Løgreglan hevur havt nokk so fitt at gera í nátt - men tað hevur verið friðarligt.
Fleiri jólaborðhald hava verið runt umkring og eyðvitað verður eisini skonkt. Og løgreglan sigur, at tað hevur meiri enn so hent seg, at fólk hava fingið í so nógv innanbora.
Løgreglan sigur, at tey fingu fleiri fráboðanir frá fólki, sum vóru stúrin um fólk, sum lógu avdottin ymsastaðni úti.
Løgreglan sigur, at sostatt hava tey fleiri ferðir hjálpt fullum fólki á føtur aftur, onkur er koyrdur til hús, men tey ringja eisini eftir sjúkrabili, eru fólk so full, at einki samband fæst við tey.
Tveir mans hava verið handtiknir. Annar var so ólátaður, at hann fekk 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglarnar. Og ein annar fekk bót, tí hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var.
Annar var skjótt leyslatin aftur og hin verður tað hvørja løtu nú í morgun.