Dreymar við havið, tann fyrsti spælifilmurin hjá leikstjóranum Sakarisi Stórá, verður í næstu viku tann fyrsti føroyski spælifilmurin síðani 2014, ið verður sýndur í Havnar Bio. Sakaris virkar fyri at geva føroyskum máli og mentan eitt natúrligt pláss í filmi
Tað at gera spælifilm man vera nøkulunda sum at gera fimm ella seks stuttfilmar. Tað helt leikstjóri Sakaris Stórá, áðrenn hann fór í holt við sín fyrsta spælifilm, Dreymar við havið, ið komandi viku hevur frumsýning á Norðurlandahúsinum og í Havnar Bio. Men veruleikin var nakað annarleiðis.
– Soleiðis er roknistykkið ikki ordiliga. Tað er so ræðuliga nógv meira arbeiði, sum liggur í tí, sigur Sakaris.
Sakaris lýsir arbeiðið sum ta mest læruríka tíðarskeiðið í hansara lívi, og er glaður yvir at vera komin á mál. Upptøkurnar til Dreymar við havið, ið rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað leikritið til, byrjaðu í fjørsummar, og vóru lidnar á 30 ára føðingardegnum hjá Sakarisi. Tað var ein serlig kensla hjá leikstjóranum.
– Tað var eitt lítið mál eg hevði sett mær fyri. Eg mátti gera mín fyrsta spælifilm, áðrenn eg fylti 30, ella so mátti eg finna nakað annað at gera, sigur leikstjórin.
Onki ball bleiv tann dagin. At gera filmsupptøkur er sum at vera í sínum egna lítla heimi, greiðir hann frá.
Lesið meira undir myndini.
Mynd: Miriam&Janus
Sakaris Stóra er uppvaksin í Skopun, har hann eitt tíðarskeið arbeiddi á flakavirki, áðrenn hann fór til Noregs fyri at læra at gera film. Higartil hevur hann gjørt fýra stuttfilmar og ein dokumentarfilm. Teir báðir stuttfilmarnir, ið Sakaris hevur gjørt í Føroyum, hava báðir vunnið virðislønir: Summarnátt vann Geytan í 2012, og Vetrarmorgun vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á filmsfestivalinum í Berlin í 2014.
Sakaris vil partvís ganga við til, at tað friðloysi og sorgblídni, ið eru at síggja í hansara filmum, helst er knýtt at hansara egnu barndóms- og ungdómsárum í Skopun.
– Tað er tað heilt sikkurt, eitt ella annað stað. Tá eg vaks upp, so virkaði heimurin so øgiliga stórur og spennandi. Men eg eri kanska eisini eitt sindur meira bygdasligur, enn hvat fólk flest eru, flennir hann.
Sakaris Stórá, sum í dag aftur býr á Sandoynni, sigur tó, at tað var natúrligt at flyta heim.
– Frá tí, at eg vildi gera film, so vildi eg gera film á føroyskum, í Føroyum.
Speglar samfelagið
Høvuðsleiklutirnir í Dreymum við havið eru tvær síður av Føroyum, ið eru persóngjørdar, sambært Sakarisi Stórá. Tann unga gentan Ester (Juliett Nattestad) býr á bygd, hon er úr einari trúgvandi familju, har sunnudagsskúli og bindiklubbur eru partar av tilveruni. Men hon er friðleys í tí lítla umhvørvinum. Tá ið Ragna (Helena Heðinsdóttir) og hennara familja flyta til bygdina, verður Ester hugtikin av Ragnu, henda gentan, ið við sínari familju er beint tað øvuta av Ester sjálvari.
– Ester kemur úr einari óspiltari og tryggari familju og einum religiøsum heimi. Ragna er eitt av teimum menniskjum, sum vit kanska ikki dáma so væl at viðurkenna, eisini eru ein partur av samfelagnum: Tey við rúsdrekkatrupulleikum, fátækadømi og ótryggleika, greiðir Sakaris frá.
– Tað eru tær báðar síðurnar av samfelagnum, sum krasja gjøgnum hesar genturnar. Tað er øgiliga lætt at karikera sovorðið, men vit hava valt at vera øgiliga erlig og opin, uttan at karikera, sigur hann.
Hugurin til at gera spælifilm hevur leikstjórin havt leingi, og hóast honum dámar væl stuttfilmin, hevur ein spælifilmur ávísar stórar fyrimunir.
– Tú hevur tíð til at nerta við fleiri ting, og tú fært fortalt meira kompleksar søgur, greiðir hann frá.
Og tó leggur Sakaris stóran dent á, at ein filmur ikki skal geva ov greið svar, men bert fremja spurningar og støður, ið vit, sum áskoðarar skulu sleppa at gruna um, tá ið filmurin er liðugur.
– Eg bjóði áskoðarunum nøkur evnir, sum tey so sjálvi kunnu taka støðu til.
Inniligt og sorgblítt
Dreymar við Havið hevur ivaleyst nógv til felags við stuttfilmarnar hjá Sakarisi Stórá. Myndirnar eru inniligar og geva okkum eitt nært og sárt innlit í lívini hjá teimum báðum ungum gentunum, Ester og Ragnu. Litirnir eru kaldir, og hóast tónleikur er minni hjástaddur í hesum filminum enn í Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013), so trúgva vit, at hann eisini hesa ferð er við til at geva Dreymum við havið eina dapra, men hugtakandi, heildarmynd.
– Tað er nógv av tí sorgblídninum í Dreymum við havið eisini. Eg knýti tað við ungdómsárini, tann ørkymlan man er í av kenslum, og at vilja meira, enn hvat karmarnir loyva, sigur Sakaris.
Samstundis er júst hetta inniliga í filminum við til at gera ein film, ið er ein gransking av menniskjuni: Ein kenslulig gransking, heldur enn ein vitborin.
– Upp á sama máti sum við stuttfilmunum, so snýr hann seg um tær smáu løturnar og upplivingarnar, sum onkursvegna broyta og forma okkum sum persónar, sigur Sakaris.
Lesið meira undir myndini.
Mynd: Miriam&Janus
– Hesin filmurin snýr seg nógv meira um eina platoniska bergtøku, har man verður drigin og inspireraður av hvørjumøðrum, heldur enn forelskaður.
Hví snýr nú tann triði filmurin í strekk seg um tvær ungar gentur?
– Í hesum filminum er tað so einfalt sum, at tá eg og Marjun Syderbø byrjaðu at arbeiða við leikritinum, snúði tað seg um nógv fleiri karakterir enn hesar báðar genturnar. Men so við og við sum vit arbeiddi við tí, so funnu vit útav, at tær vóru tær mest áhugaverdu, sigur hann.
Dreymurin um tann føroyska filmin
Hjá Sakarisi Stórá er, sum nevnt, eitt høvuðsmál at gera film á føroyskum, í Føroyum.
– Vit hyggja øgiliga nógv eftir filmi í Føroyum. Men munurin á okkum og øllum grannalondunum er, at vit so gott sum bara síggja útlendskar filmar, greiðir hann frá.
– Eg haldi tað er øgiliga týdningarmikið, at øll samfeløg hava filmar: At tú kanst fara í biografin og síggja títt egna samfelag og tína egnu samtíð á løriftinum. Tað skal snøgt sagt til, og tí hava eg havt ein dreym um at byggja nakað upp her heima: At gera føroyskar filmar til eitt ting, sigur hann.
Sakaris heldur, at tær royndirnar, ið bæði hann og hini, ið hava arbeitt við Dreymum við havið, fara at hava eina góða ávirkan í filmsvinnuni í framtíðini.
– Vit hava roynt at skapa mannagongdir, vitan og erfaringar, sigur hann, og peikar millum annað á tann nærum organiska arbeiðsháttin, ið filmstoymið hevur brúkt.
– Eg, Marjun og leikararnir, serliga høvuðsleikararnir, hava arbeitt øgiliga tætt saman. Leikararnir og leiklutirnar eru formaði eitt sindur rundan um hvønnannan, greiðir Sakaris frá. Ein sera gevandi máti at arbeiða uppá, metir hann.
Líka mikið hvussu krevjandi arbeiðið við Dreymar við havið hevur verið, hevur tað eisini havt við sær, at Sakaris Stórá longu er farin at gleða seg til at gera film aftur. Og eftir trimum árum, har hann hevur verið bundin av søguni um Ester og Ragnu, er hann nú klárur til at lata hugflogið virka.
– Nú hava eg eitt stórt frælsi til at velja millum nógv ymisk ting at gera film um, og har eru so ræðuliga nógvar søgur í Føroyum, sigur Sakaris Stórá.