Í kvøld vann KÍ 3-0 á heimavølli ímóti B68. Sigurin kendist sera kærkomin hjá meistaraliðnum, sum higartil í ár ikki hevur verið so sannførandi. Í kvøld eydnaðist tað at halda mótstøðuliðnum frá at skora mál, men tað var ikki tí, at toftamenn ikki spældu seg til møguleikar. Serliga í 2. hálvleiki, tá ið støðan var 3-0, var tað fleiri ferðir um reppið, at B68 skoraði, og Mark O. Jensen, sum vardi KÍ málið, bjargaði onkra ferðina heilt væl.
Páll A. Klettskarð skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og nú hevur hann í seks landskappingardystum skorað níggju mál. Tíggju minuttir eftir steðgin staðfesti Pætur J. Petersen 3-0 heimasigurin, tá ið hann var fyrstur á returbóltinum, sum støkk út til hann, eftir at Jóannes K. Danielsen sendi bóltin í stólpan.
Dysturin var eyðkendur av, at fleiri spælarar noyddust skaddir av vøllinum. Tvær KÍ skiftingar vóru, tí spælarar vóru skaddir.
Hjá B68 var tað uppaftur verri. Hjalti Strømsten og liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen noyddust í fyrra hálvleiki av vøllinum, tí teir vóru skaddir í knænum, og heilt illa vildi tað við hjá Fríða á Borg, sum fýra minuttir undan steðginum var stuðlaður av vøllinum.
Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 20 ára gamli Fríði á Borg var millum teir fyrstu ellivu í bestu deildini. Hann var vongverji í vinstru, nú Bárður Ó. Jensen ikki var tøkur. Hann stóð seg væl, men tað var bara í 41 minuttir, at hann var á vøllinum.
Skaðin vísti seg at vera álvarsamur, tí Fríði á Borg hevur slitið hælsinina, og hann verður ikki at síggja aftur á vøllinum í hesum kappingarárinum.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Fríði á Borg er raktur av álvarsamum fótbóltsskaða. Hann sleit krossbandið, tá ið hann var 14 ára gamal. Tað gekk eitt ár, áðrenn tað varð staðfest, hvussu støðan var, og tí var hann burtur frá fótbólti í fleiri ár.
Í fjør spældi Fríði við FC Hoyvík í 1. deild. Síðani hann í vetur flutti til B68, hevur hann fýra ferðir verið skiftur inn á besta liðið. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og nú er hann ikki førur fyri at spæla aftur í ár, tí hælsinan er slitin.
KÍ – B68 3-0 (2-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 37.
2-0: Páll A. Klettskarð 45.+2.
3-0: Pætur J. Petersen 55.
Dómari: Áki Leitisstein Hansen
KÍ: Mark O. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Latif Ahmed – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Dan í Soylu, René S. Joensen – Pætur J. Petersen, Páll A. Klettskarð
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríði á Borg – Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten – Jóhann Hansson Joensen, Ragnar Samuelsen, Villiam Emil Klein – Brian Jakobsen