Annika hevur altíð dugað væl til hendurnar, og tá ið hon fór í læru sum húsasmiður, kendist tað rætt. Hon hevði roynt seg við bæði VVS-arbeiði, gólválegging og køksuppseting, so tað var ikki fremmant. Hon fór í læru hjá Müller Smíð í Kvívík og var við til ymisk stórarbeiði – eitt nú marghøllina í Streymnesi. Seinni fór hon til Timbur- og snikkaratænastuna hjá Hjartvardi Kjærbæk, har hon var restina av lærutíðini.
Hjá Hjartvardi arbeiddu 12 fólk, 5 lærlingar, 3 snikkarar og útlærdir timburmenn.
- Vit riggaðu øll sera væl saman, sigur Annika.
Av tí at har vóru tríggir snikkarar, fekk hon møguleika at læra ótrúliga nógv. Snikkaraarbeiði krevur serliga neyvt handverk, og tað gav henni eina betri fatan av fakinum.
Tá hon var liðug í læru, stóð hon á einum vegamóti
Tá ið alt tosið tók seg upp um, hvussu dýrt tað er at liva í Føroyum, hugsaði hon eina tíð um at fara aftur til Danmarkar at arbeiða sum húsasmiður.
Vagnur Mohr, ein maður hon kendi, segði greitt og týðiliga, at hon skuldi ikki rýma aftur. Hann viðmælti henni ístaðin at fara undir egið virki her heima.
Eftir at hava tosað við familju um hesa ætlan, tók hon avgerðina um at loypa út í tað sum sjálvstøðugt vinnurekandi.
Men hvat var tað, sum fangaði hana og fekk hana at velja júst hetta fakið?
Tá Annika flutti heim til Føroyar og fór í læru sum húsasmiður, var hon longu von við handaligt arbeiði.
Sum smágenta var hon nógv saman við pápanum, tá ið hann var heima, og lærdi hon nógv av honum. Hann hevur altíð verið hennara fyrimynd. Beiggi hennara er eisini timburmaður, so handverkið liggur djúpt í familjuni.
Tá ið Annika byrjaði fyri seg sjálva, fekk hon góð ráð og góða hjálp - men tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar.
- Tað kropsliga arbeiðið kann vera tungt, og í løtum hugsi eg, at tað er tungt at vera konufólk í hesum starvi. Men eg havi ikki upplivað nakað neiligt, sigur Annika.
Størsti parturin av kundunum eru kvinnur. Umleið 90 prosent av teimum, sum hava ringt til hana, eru konufólk, og tað vísir seg, at tað ofta er kvinnan í húsunum, sum tekur ábyrgd fyri viðlíkahaldi o.ø.
Ofta eru tað kvinnurnar, sum standa við stýrisvølin í samband við tað praktiska heima - og soleiðis var tað eisini heima hjá Anniku.
Annika hevur arbeitt í psykiatriini, sum hon lýsir sum eina konufólkaverð, og er nú farin yvir í eina mannfólkaverð, tí tað eru flest menn í timburfakinum. Talan er um tvey heilt ymisk umhvørvi, og bæði hava sínar fyrimunir og vansar.
- Prátið í lærutíðini sum húsasmiður var gott, men fyri at trívast í slíkum umhvørvi, má mann tola eitt sindur av hvørjum. Mann má ikki vera ov erkvisin, sigur Annika.
Hon varnast eisini, at kvinnur ofta hugsa meira um viðmerkingarnar, meðan menn ofta bara siga sítt og arbeiða víðari. Fyri Anniku hevur hetta verið frígevandi – tí hon dugir at flenna at tí, sjálvt um hon eisini skilur, at onnur kanska høvdu tikið tað illa upp.
At gerast sjálvstøðug vinnurekandi hevur verið eitt stórt stig – og eitt tungt stig. Tí hóast hugurin var har, var nógv at læra og nógvir praktiskir spurningar at loysa. Foreldrini hjálpa tað tey kunnu, meðan Annika tekur sær av samskifti við kundar, arbeiðsætlan og dagligum rakstri.
Hon leggur stóran dent á, at halda tað, sum er avtalað. At kunna kundar um, hvussu leingi ein uppgáva tekur, og at halda seg til tíðarætlanina, hetta hevur hon fingið rós fyri.
Hon er ikki einsamøll í tí dagliga arbeiðinum, tí pápi hennara arbeiðir saman við henni, tað merkist, so har er bæði álit og familiubond.
Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Anniku byrjar, við at avlevera dóttrina í skúla. Síðani fer hon eftir pápa sínum, og síðani til arbeiðis.
Meginparturin av arbeiðinum er at umvæla eldri hús – alt frá at seta hurðar í, gera skilaveggir, klæða og tætta lekar.
Størri uppgávur sum at byggja nýggj sethús ella skifta tak, tekur hon ikki í løtuni, tí tað ber illa til, tá ið tey bara eru tveyeini.
Men hon hevur lært sera nógv, við at arbeiða við gomlum húsum – har skal ein ofta hugsa meira og finna góðar og haldgóðar loysnir, sum rigga saman við tí, sum longu er.
Annika leggur stóran dent á, at vísa virðing fyri húsinum, hon arbeiðir í. Tey eru ikki hennara egnu, og tað følir hon sum eina ábyrgd. Hon veit, at hon er gestur heima hjá øðrum, og tí skal arbeiðið gerast við virðing.
Hjá henni er tað eisini sjálvsagt at lurta væl eftir kundanum. Men tað er ikki altíð, at fólk hava eina haldgóða ætlan - og tá roynir hon varisliga at vegleiða og finna eina loysn, sum bæði er góð og hóskar til ynskini hjá kundanum.
-Tað besta við hesum arbeiðnum er, tá ið kundin er nøgdur, tað er ein fantastiskt kensla, men tá veit eg eisini, at eg havi gjørt eitt gott arbeiði, sigur Annika,
Kvinnur í byggivinnuni
Tað sæst ein broyting í byggivinnuni, tí fleiri kvinnur eru komnar til seinnu árini. Tað heldur Annika vera jaligt – tí hóast sumt kann vera verri hjá kvinnum - eitt nú tungt arbeiði - hava tær nógvar aðrar eginleikar.
Tá ið tað kemur til at leggja til rættis, smálutir og at skipa eitt arbeiði, liggur tað ofta væl fyri hjá konufólki.
Annika heldur, at konufólk í nógvum førum eru meira virkisfúsar enn menn.
Vit síggja kvinnur, sum arbeiða sum húsavørðar ymsastaðni, og vil hon fegin síggja meiri av teimum.
Hon sigur, at konufólk og mannfólk stuðla væl hvørjum øðrum í arbeiðinum, tí tey hava ymsar styrkir og ymiskar hættir, sum kann gera arbeiðið betri.
Spurd, hvat Annika hevði sagt við aðrar ungar kvinnur, sum hugsa um eitt handverk, svarar hon uttan at blunka:
– Ja, ger tað! Eg hevði ikki ivast. Tað er bæði stuttligt og spennandi – og tað er ein heilt onnur verð.