Ongi úrslit

Frá lærlingi til leiðara í einum lopi

23 ára gamli Ásbjørn Midjord stendur nú á odda fyri Krás

Ólavur Waag Høgnesen
16 tímar síðan

Ásbjørn Midjord úr Hvalvík er útlærdur gourmet-slaktari. Kanska kundu vit sagt krás-slaktari: tað er ikki ein slaktari, sum avlívar djór, men ein slaktari av tí slagnum, sum roynir at fáa leskiligan og smakkgóðan mat burturúr djórakjøti eftir at tað er sundurtikið. 

Slaktari - tað var ikki ein dreingjadreymur, sum varð veruleiki, men ein starvsleið, sum fyri ein part var merkt av tilvild! Og tað hevur gingið skjótt, tí í dag er Ásbjørn leiðari á Krás í Hósvík, sum er ein av størstu fyritøkunum í landinum, tá ið tað kemur til at meirgóðska kjøt til føroyska marknaðin.

Alt byrjaði tá ið Ásbjørn var liðugur í 10. flokki 2019. 16 ára gamli Ásbjørn játtaði, tá ið táverandi Krás-leiðarin Alberg Gaardlykke spurdi, um hann kundi arbeið a sum summarferiuavloysari á Krás. Tá ið summarferian var liðug, varð hann biðin um at halda fram og segði ja. Sama heystið - í 2019 - fekk hann bjóðað lærupláss og tók av. 

Í februar 2024 var hann liðugur at læra og arbeiddi sum slaktari á virkinum út á heystið. Tá varð hann spurdur, um hann vildi vera varaleiðari og tók av. Stutt eftir segði leiðarin á virkinum upp frá og við 1. decembur. So varð hann spurdur, um hann kundi vera fyribilsleiðari inntil virki hevði funnið ein nýggjan leiðara – og Ásbjørn segði ja!

Jólini komu og fóru og summarmáladagur við, men framvegis var eingin leiðari settur, so Ásbjørn var framvegis fyribilsleiðari. Men stutt eftir varð ‘fyribils’ strikað úr starvsheitinum: Ásbjørn varð spurdur, um hann vildi verða leiðari fyri Krás. Og hann tók av – bara 15 mánaðir eftir, at hann var liðugur at læra.

Ummælunum haðani biltu einki, men eg má draga burtur úr Ásbirni, at hann fekk silvurmedalju fyri sveinaroyndina í Danmark og at hann var ein av fýra lærlingum í 2024, ið fingu serliga viðurkenning og eina upphædd (legat) frá danska slaktarafelagnum fyri fakligan dugnaskap eins og persónligar og sosialar eginleikar.

Nýsetti leiðarin sigur, at hann altíð hevur lagt seg eftir at gera sítt arbeiði til lítar, men hann viðgongur, at í fyrstani helt hann ikki arbeiðið vera beinleiðis spennandi. Men skúlagongdin broytti hesa uppfatanina.

- Eg kom eftir, at hetta er ein verð fyri seg: eg lærdi, hvussu kjøt er samansett (ymiskt frá einum djóraslagi til annað, og frá einum djóri til annað, alt eftir aldri osfr.); hvat ber til at seta saman og ikki, um tað skal smakka; hvussu mann fær malið og rørt kjøt at hanga saman; osfr., osfr., greiðir Ásbjørn.

Tað er hesa fakligu vitan, sum nýggi leiðarin nú skal brúka í verki – til at selja mat, sum er leskiligur og smakkgóður. Krás ger búffar, fars, pyslur og viðskera og eisini lidnan døgurðmat í bakkum.

- Aðrastaðni veksur sølan av lidnum døgurðamati stórliga. Tað er eisini á hesum økinum eg síggi ein stóran vakstrarmøguleika, og sum í øllum, so ræður um at ‘raka rætt’, tá ið tað kemur til, hvat kundin dámar, sigur Ásbjørn.

Hóast tað ongantíð var ein dreingjadreymur at verða slaktari, so dylur ungi hvalvíkingurin ikki fyri, at longu tíðliga í lærutíðini gjørdist tað ein framtíðardreymur at standa fyri einum slaktaravirki.

- Men eg droymdi ikki um, at tað skuldi gerast veruleiki so skjótt, sigur ungir Krás-leiðarin ur, og heldur fram:

- Hetta er stórt fyri meg, men tað fylgir sjálvandi ein stór ábyrgd við. Eg eri ungur, men eg havi gott fólk afturat mær, bæði her og hjá PH í Havn, sigur ungi Krás-leiðarin, sum er fullgreiður yvir, at hann ger einki einsamallur.


KRÁS - SØGAN
Krás er partur av Poul Hansen-samtakinum. Virksemið hjá Krás byrjaði á Bacalao í 1970-unum. Seinni flutti framleiðslan niðan í høvuðssætið hjá Poul Hansen á Hálsi, og í 1986 varð Krás stovnað sum partafelag. Í nítiárinum flutti Krás til Hósvíkar, har mann fór at samstarva við MBM. Í 2003 yvirtók Krás bygningin frá MBM og hevur síðani tá virkað í sama stað í Hósvík. 14 fólk arbeiða hjá Krás, har tey framleiða og meirgóðska kjøt til føroyska gerandisdagin.

Ásbjørn var rætta valið
Tað sigur fyrrverandi leiðarin á Krás-virkinum

- Tad sást beinanvegin, at Ásbjørn hevði kvikar fingrar og gott handalag. Hann var ein góður starvsfelagi og eisini altíd klárur, tá ið eg heitti á hann um at taka ein tíma eyka ella at traðka til, har á stóð.

Tað sigur Alberg Gaardlykke, fyrrverandi leiðari á Krás, sum í 2019 gav Ásbirni fyrstu arbeiðstímarnar á Krás og seinni bjóðaði honum lærupláss. 

Gott skoðsmál frá skúlanum
- Eftir fyrstu skúlaperiodu fekk eg at vita frá skúlanum, at vit høvdu fingið fatur á einum dugnaligum lærlingi, sum brendi fyri at læra, sigur Alberg, ið kendi hetta aftur frá arbeiðsplássinum í Hósvík, tí Ásbjørn vísti áhuga fyri øllum, sum virkið fekst við.

- Eftir sveinaroyndina var hann eisini í toppinum og fekk eina serliga viðurkenning, sigur Alberg Gaardlykke (les meira um viðurkenningina í greinini um Krás).

Tá ið Alberg Gaardlykke gavst á virkinum, hevði Ásbjørn verið tvey ár í starvi. Fyrrverandi Krás-leiðarin sigur, at hann heilsaði sínum avloysara, at “handa mást tú vera góður við, tí hasin vísir áhuga”.

Ein góð og varandi loysn at seta Ásbjørn
- Eg eri vísur í, at tað er ein skilagóð og varandi loysn, at PH hevur valt at seta Ásbjørn sum leiðara, sigur fyrrverandi Krás-leiðarin og vísir á ein týdningarmiklam eginleika hjá nýggja, unga leiðaranum.

- Hann var altíð var við í prátinum í kaffistovuni, og hann veit væl um samfelag og hvat í rørir seg. Tað er sera umráðandi í dag, nú í telefonirnar yvirtaka meira og meira, sigur Alberg Gaardlykke av Disko-bankanum, har hann er til rækjufiskiskap.

- Eg kundi sagt nógv afturat um Ásbjørn, men nú rópti skiparin, at vit hála, so restin má bara koma í brúðartaluna, sigur Alberg Gaardlykke.




Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Heini í Skorini virðisløn fyri bestu donsku røðu í 2025

Í gjár kl. 10:25

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45