Ongi úrslit

Føtur undir egið borð - EIN FORTREYT!

At hava eitt stað at búgva er fortreytin fyri, at fólk verða verandi í Føroyum.

Arnar Lognberg valevni fyri Sambandsflokkin
12 tímar síðan

Eg eri sjálvur ein lutfalsliga ungur skopuningur, sum hevur búð í Havn í nógv ár. Tí kenni eg væl til bústaðaravbjóðingina.  Eg og familja mín høvdu ein fyrimun,  tí vit kendu fólk, og høvdu vit familjusambond, sum tryggjaði okkum eitt stað at búgva. Men okkara samfelag  eigur ikki at vera lýst út frá, hvussu fíggjarliga væl fyri familjan er. Eg vil tí ikki venda blinda eygað til, tá eg síggi, hvussu nógvir føroyingar stríðast við at fáa tak yvir høvdið. 

Sambandsflokkurin hevur ítøkilig boð, sum serliga veita trygd til tey, ið keypa bústað fyrstu ferð. Hetta fevnir ikki bara um familjur. Hetta umfatar eisini tey, sum eru støk, í parlagi ella búgva hjá familju, umframt  tey, sum vilja flyta heim til Føroyar. Ítøkiliga eru átøkini m.a. hesi:

  • Stovna bústaðargrunn á 200 milliónir krónur, har tey, ið keypa bústað fyrstu ferð,  kunnu læna 5% til eginfígging, upp til 200.000 kr. við hóskandi afturgjaldstreytum

  • Tey, sum keypa bústað á fyrsta sinni, kunnu fáa lán, og fáa upp til 50% av mánaðarliga pensjónsinngjaldinum útgoldið sum løn í 10 ár.

Eg fari at lýsa mínar ætlanir ítøkiligari, meðan valstríðið fer fram, hvussu vit loysa bústaðarstøðuna í Føroyum.

Eg fekk ein bústað, tí eg hevði sambond. Nú vil eg hjálpa øðrum at fáa bústað við at velja meg.

X við Sambandsflokkin

X við Arnar Lognberg


Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Ársins Brita 2026

10 tímar síðan

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45