Heini Zachariassen, íðin íverksetari og havnarmaður, bleiv heimskendur fyri at menna eina app um vín.
Tann henta app'in, sum bæði vínkennara, og onnur brúka dúgliga, eitur 'Vivino'
Man kann á Vivino lesa alt um alheims vínmerkir, lesa viðmerkingar frá øðrum brúkarum, og eisini keypa vín beinleiðis ìgjøgnum app'ina.
Heini er nú farin í holt við enn eina nýggja forvitnisliga verkætlan, ein nyggja app, sum óivað verður líka áhugaverd sum Vivino.
Vota er nyggja spennandi hugskotið hann arbeiður við ì løtuni. Við Vota, kann man skjótt og ómakaleyst finna tey bestu matstøðini.
Royn her https://vota.org/
Dimma spurdi Heina, um hann kundi siga nøkur orð um hansara nýggju verkætlan
-Eg elski at vera í gongd við at byggja, at skapa nakað. Tað er tað sum motiverar meg allarmest, vælvitandi at har er langur vegur á mál, svaraði hann.
Meira nýtist ikki at siga fyri at lýsa verkætlanina. Heini hevur deilt eitt video, har hann við eldhuga greiðir frá sínari nýggju uppfinning.
Sí nærri Vota