Ongi úrslit

Á hotell við stolnum brennivíni

Áki Bertholdsen
21. oktober kl. 09:30

Í gjár varð ringt til løgregluna av einum hotelli í Havn. Óynsktir gestir høvdu innskrivað seg á eitt kamar á hotellinum.

Løgreglan fór eftir fólkunum, men tá vísti tað seg at vera ein miskiljing. Tey, sum høvdu bílagt kamarið, høvdu boðið fólkunum inn.

Løgreglan fekk ikki heilt greiðu á fløkjuni, og hví hesi brádliga vóru óynskt.

Men løgreglan sigur, at tá ið tey komu inn í kamarið, fingu tey illgruna um, at har ruggaði ikki alt rætt. Har var nevniliga rættiliga nógv rúsdrekka inni í kamarinum: eini 10 fløskur av sterkum umframt annað rúsdrekka.

Tí fekk løgreglan illgruna um, at talan var um tjóvagóðs. Men einki kundi prógvast, so fólkini vórðu koyrd oman í miðbýin og sett av.

Løgreglan fór so at spyrja seg fyri, og har funnu tey fram til eitt skeinkistað, har ið innbrot hevði verið.

Løgreglan fór so aftur eftir fólkunum og handtók tey og skuldsetti tey fyri innbrot og stuldur.

Løgreglan sigur, at trý fólk eru skuldsett í málinum. Onkur av teimum hevur játtað seg sekan, meðan onnur hava sýtt seg sekan.

Fólkini vóru leyslatin aftur, og málið gongur nú sína gongd.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

21 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03