Ígjøgnum summarið fer danska Forsvarið at økja um sína nærveru í Grønlandi og Arktis fyri at hava venjingar haruppi. Tey senda F-16 hernaðarflogfør, tyrlur og eina fregat avstað.
Tað skrivar Naalakkersuisut, grønlendska stjórnin, á heimasíðuni hósdagin.
Her fara millum annað special-styrkirnar at venja vetrarvenjingina.
Trygdarstøðan krevur, at Forsvarið venur førleikan at virka í og kring Grønland. Tað hevur verið ein raðfesting hjá landsstýrinum at tryggja lokala luttøku, sigur ráðharrin fyri uttanríkis- og gransking Vivian Motzfeldt í tíðindaskrivi.
Eisini verða næmingar frá Arktisku grundútbúgvingini við til at styrkja landverju av kritiskum undirstøðukervi.
Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen úr Venstre leggur afturat í tíðindaskrivinum, at tað leingi hevur verið eitt prioritet hjá honum at styrkja trygdina í Arktis.
- Og eg virðismeti stórliga tað tætta samstarvið, eg havi við landsstýrið í Grønlandi, sigur hann.
Økta nærveran hjá herdeildunum skal gerast við eyga á lokalu umstøðunum og serligu trygdarpolitisku avbjóðingunum í Grønlandi, sigur hann.
Forsvarið fer eisini at hava ymisk tiltøk, sum skulu hjálpa til við at geva grønlendska fólkinum innlit í sítt arbeiði.
Hetta verður millum annað gjørt við, at grønlendingar sleppa umborð á donsk krígsskip fyri at vísa tey fram, og so tey kunnu fáa innlit í gerandisdagin hjá manningini.