Ongi úrslit

Veðurforsøgnin fimm dagar fram

© Naturfilm.info
Jóhanna Højgaard
15. sepember kl. 12:05

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað, sól ella sólglottar, men kanska okkurt ælið í støðum. Í kvøld frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt veksur hann vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hitin 8 til 12 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Út á seinnapartin minkandi vindur niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina gongur hann eysturum til landnyrðing, lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 12 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið frískur vindur upp í frískan vind, 8 til 13 m/s. Um náttina skiftandi skýloft og turt. Hitin 6 til 11 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin og kvøldið minkandi vindur niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Um náttin gongur hann vesturum til útnyrðing. Hitin 4 til 10 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, stundum kanska við vátakava. Hitin 5 til 9 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29