Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, okkurt ælið, í støðum mjørki og aðrastaðir sólglottar. Sum frá líður yvirhøvur turt og skiftandi skýloft. Hitin millum 12 og 18 stig.
Í kvøld framvegis landsynningur, men út á kvøldið veksur vindurin til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og moti morgni ælaveður. Hitin 11 til 14 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Um kvøldið slítur í og klárnar. Hitin 11 til 16 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av landsynningi, sum út á dagin hækkar til eystan, minni enn 6 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Í støðum mjørki, og aðrastaðir sólglottar. Hitin 12 til 17 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og einstøk æl. Í støðum mjørki, og aðrastaðir sólglottar. Hitin 11 til 16 stig.
Fríggjadagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, men út á seinnapartin slítur í og tað klárnar til smáskýggjað. Hitin 12 til 15 stig.
Leygardagin
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft, møguliga mjørki í støðum. Hitin 12 til 15 stig.