Ongi úrslit

Forsøgn galdandi fimm dagar fram

© HX Travel
Jóhanna Højgaard
9. sepember kl. 11:40

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft við sól ella sólglottum og okkurt ælið í støðum.

Tá líður á seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Í kvøld gongur hann eysturum í landsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, ádrigið og sum frá líður ælaveður.

Í nátt slítur í, og vindur veksur aftur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, sum frálíður hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 11 til 15 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um náttina gongur hann upp í eystan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað dregur á luftina. Hitin 10 til 15 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Tá líður á fyrrapartin fer at regna. Um kvøldið veksur vindurin sum frá líður upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og hann gongur niður í sunnan. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk um sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Tá líður á seinnapartin slítur í, og vindurin minkar sum frá líður niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og um náttina niður í ett lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 9 til 14 stig.

Leygardagin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Um náttina gongur hann upp í landnyrðing og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, tað dregur á luftina og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 14 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14