Ongi úrslit

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

© Oleh_Slobodeniuk / Getty Images
Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið, og í støðum regn og mjørki. Út á seinnapartin slítur í og skýlofti verður skiftandi. Hitin 11 til 16 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin hækkar upp í eystan, og út ímóti kvøldinum veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, kanska sirm, driv ella mjørki í støðum, serliga eystanfyri, men eisini kanska onkur sólglotti í støðum, serliga vestanfyri. Hitin 11 til 16 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 11 til 14 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 11 til 15 stig.

Leygardagin

Lítið lot ella frískt lot eystan og av landsynningi, upp í 8 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 11 til 14 stig.

Sunnudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 11 til 14 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

11 tímar síðan

Stjól fyri nakrar túsund krónur

20. august kl. 07:44