Ongi úrslit

Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin

© Pinterest
Jóhanna Højgaard
4. sepember kl. 13:00

Lot til frískt lot millum útsynningi og sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum, men eisini kanska okkurt ælið í støðum. Í kvøld og í nátt frískt lot til frískan vind millum útsynning og sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind millum útsynning og sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin dregur á luftina. Um kvøldið og um náttina frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 9 til 14 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útsynningi og sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Út á kvøldið fer ættin yvir í landsynning, framvegis samdrigið men tað slítur í. Hitin 10 til 14 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, eitt skifti um kvøldið í støðum upp í strúk, 12 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt um dagin, men um kvøldið og um náttina samdrigið okkurt ælið. Hitin 12 til 14 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 11 til 15 stig.

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldi og um náttina frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 11 til 15 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

14 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

8 tímar síðan