Ongi úrslit

Forsetahjúnini eru á ríkisvitjan í Stóra Bretlandi

Fýra fólk vóru handtikin í gjár

Jóhanna Højgaard
17. sepember kl. 11:40

Fýra fólk eru handtikin í London.

Hettar hendi í gjár, har Trump og Melania komu á teirra óvanligu, aðru statsvitjan í Bretlandi. Tey lendu við Air Force One í gjárkvøldið, 16. september, ein dag fyrr enn upprunaliga ætlað. Statsvitjanin skuldi upprunaliga vera frá 17. til 19. september.

Tað er ikki vanligt at hava fleiri ríkisvitjarnir fyri leiðarum sum ikki eru av kongsætt.

Nógvir bretar hava víst teirra ónøgd inná hesa vitjan og mánadagin 15. september, dagin fyri parið lendi á bretskari jørð, var lagdur ein risastórur bannari á græsið uttanfyri slottið.

Á hesum klæði var ein mynd av Donald Trump og Jeffrey Epstein saman.

Fyrireikararnir úr bólkinum "Øll hata Elon", søgdu at tað kostaði umleið eina kvarta milljón at framleiða bannarið. Peningurin er fingin við innsavning.

Myndir, sum knýta Trump at deyða kynsbrotsmanninum Epstein, vóru eisini vístar fram við projektøri í gjár, á veggin á Windsor, har Charles kongur skal hýsa Trump seinni í dag.

Tað var í tí sambandi at hesi fýra fólkini eru handtikin, undir illgruna fyri illviljað samskifti, eftir almenna stuntið á slottinum. Tey eru framvegis í varhaldi, boðar løgreglan í Thames Valley frá.

Eftir at kongshjúnini og forsetahjúnini í dag hava heilsa uppá hvønn annan, fara tein ein privatan túr við hestavogni seinni.

Prins William og prinsessa Katherine av Wales koma at heilsa uppá forsetan, kring økið hjá Windsor Castle.

Alt hettar verður uttanfyri almenna eygnabragd, orsakað av ‘óvanliga’ trygdarvirkseminum kring ríkisvitjanina, boða

Kongurin og Trump fara síðani at kanna størstu heiðursverjuna, sum nakrantíð er savnað til eina statsvitjan, har 1300 hermenn taka lut.

Mótmælisfólk uttanfyri Windsor slottið

Hópmótmælisgonga hjá "Stop Trump-samgonguni" ímóti statsvitjanuni, er eisini fráboðað á Tingartorginum klokkan 14.

Trump fer av aftur landinum eftir ein tvílandafund við Keir Starmer, og síðani verður ein vinnuligur fundur við kanslaranum Rachel Reeves.

Fylg við beinleiðis

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

Í gjár kl. 19:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

Í gjár kl. 16:00

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

Í gjár kl. 09:49