Ongi úrslit

Føroyskt handverk fekk kongaliga viðurkenning á Euroskills

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
12. sepember kl. 09:55

Í hesum døgum hevur føroyska handverkaravinnan bás til Euroskills, sum er í Herning. Euroskills er ein EM-kapping millum handverkslærlingar, men føroyingar sleppa ikki at luttaka, tí vit ikki eru við í evroparáðnum.

Ein básur skal kortini gera vart við føroyskt handverk og seta sjóneykuna á føroyskan limaskap. Básurin fangaði uppmerksemi hjá kongi, tá ið hann vitjaði kappingina.

Í básinum stendur føroyskur bátur, sum John Høgnesen hevur smíðað til høvið. Og bakgrundina ger Livar Nysted, sum málar ein stóran málning av einum 10-mannafari.

Kongur var so mikið hugtikin av hesum virkseminum, at hann steðgaði á og doypti enn tá bátarnar.

Hoyr samrøðuna, sum FM1 gjørdi við Marius Thomassen, ráðgeva í Vinnuhúsinum, her:

https://www.fm1.fo/ovaentad-vitjan-av-kongi/

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

18 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03