Ongi úrslit

Føroyskir sjúklingar í Keypmannahavn skulu hava betri umstøður

Føroyska og grønlendska sjúklingahotellið liggja lið um lið, tað er bara eitt lítið tún ímillum. Hotell Tórshavn er reyði brikkurin ovarliga í myndini og grønlendska hotellið er reyði brikkurin niðarliga í myndini
Áki Bertholdsen
22. oktober kl. 13:32

Føroyskir sjúklingar, sum verða sendir til Keypmannahavnar til viðgerðar, skulu nú hava betri umstøður.

Verandi sjúklingahotell, Hotel Tórshavn, í Venøgade, er mangan ov lítið og tí er tað ikki óvanligt, at tað er neyðugt at senda sjúklingar og avvarðandi á onnur hotell at vera.

Hvørki tinglimir, ella Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, halda, at hetta er nøktandi, tí er semja um, at tað er neyðugt at bøta um umstøðurnar.

– Hotell Tórshavn er ein sólskinssøga, staðfestir landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at har fáa sjúklingar, og fylgjarar, eina fantastiska tænastu.

– Sjúklingar og avvarðandi fáa ikki bara mat og song, men tey fáa eisini eina umsorgan, sum ikki kann gerast upp í pengum, legði hon afturat.

Sostatt verður nú arbeitt fyri at útvega hotellinum betri umstøður.

Í hesum sambandi hevur bygningsstyrelsen í Danmark, víst landsstýrinum á eitt grundstykki beint við Ríkissjúkrahúsið.

Har kann eitt nýtt hotell verða bygt sum landsstýrið síðani kann leiga til sjúklingahotell.

Súsanna Bertholdsen sigur, at enn er ætlanin á fyrireikandi stigi, so enn ber ikki til at siga, nær eitt nýtt hotell verður klárt at taka í brúk.

Í hesum sambandi vísti Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin á, at ætlanin er eisini at útvega grønlendingum nýtt sjúklingahotell.

Verandi sjúklingahotell hjá grønlendinum liggur beint við verandi Hotell Tórshavn.

Samstundis vísir Bárður á Steig Nielsen á sostatt fer tað grønlendska sjúklingahotellið at standa tómt.

Harafturat veit hann, at sjúklingar og fylgjarar eru sera væl nøgd við verandi sjúklingahotell, tí tað liggur mitt ímillum tey sjúkrahúsini, sjúklingar aloftast verða sendir til.

Tí spyr hann um tað ikki er ein møguleiki hjá Landsstýrinum at leiga grønlendska og knýta tað upp í Hotell Tórshavn.

Súsanna Bertholdsen sigur, at hetta er avgjørt ein spurningur, hon fer at kanna.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

10 tímar síðan