Ongi úrslit

Føroyskar fyritøkur sluppu upp í part at fyrireika nýtt fongsul í Føroyum

Fongslið verður her við Áir
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Sum vit áður hava skrivað, er endamálið at byggja nýtt fongsul í Føroyum - og tað skal byggjast við Áir.

Og nú hevur Styrelsen for Danmarks Fængsler, skrivað undir sáttmála um at fyrireika byggingina.

Í hesum sambandi er sáttmálið skrivaður undir við ráðgevaravirkið, WSP í Danmark um at standa fyri arbeiðnum.

Tey hava nakrar undirveitarar, nevniliga, Friis & Moltke í Danmark, JJW Arkitekter í Danmark, MAP Arkitektar í Føroyum, LYTT Architecture í Danmark, Landsbyggifelagið í Føroyum, PB Consult í Føroyum, og Hollingsworth Pack í Danmark.

Nógvar fyritøkur hava víst arbeiðinum at byggja nýggja fongslið í Føroyum áhuga, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Hann fegnast um, at arbeiðið er komið so langt, at sáttmálið nú er undirskrivaður, og at føroyskar fyritøkur, og føroyskir arkitektar, eru við í arbeiðnum, sum skal byggja nýggja fongslið í Føroyum.

– Tá ið farið verður undir arbeiðið at gera grundøkið byggibúgvið, og tá ið farið verður undir sjálva byggingina, fáa føroyskar fyritøkur eisini møguleikan at bjóða seg fram og veita tænastur í hesum sambandi, sigur hann.

Nýggja fongslið við Áir kemur ístaðin fyri varðhaldið í Mjørkadali og eftir ætlan skal fongslið standa liðugt við árslok 2030.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

5 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10