Ongi úrslit

Føroyska ráðstevnan TONIK vekir altjóða ans

Árliga nýskapanar- og tøkniráðstevnan TechBBQ í Keypmannahavn savnar túsundtals íverksetarar, fyritøkur og vinnulívsfólk úr øllum Norðanlondum – og aftur í ár settu føroyingar dám á.

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
23. oktober kl. 20:00

Við einum sterkum toymi og fjølbroyttum hópi av føroyskum fyritøkum varð føroyska luttøkan løgd til rættis við tveimum greiðum málum:

  • at geva føroyskum fyritøkum ein altjóða pall

  • og at varpa ljós á føroysku ráðstevnuna TONIK, sum verður aftur 8. mai 2026 

Pop-up tiltak við føroyskum dámi

Eitt av hæddarpunktunum var eitt serligt føroyskt pop-up tiltak á ráðstevnuni. Har fingu luttakarar høvi at smakka føroyskt leskandi – frá Føroya Bjór, Faer Isles Distillery og 62Nordic – og at hoyra nærri um møguleikan at luttaka á TONIK í Føroyum í 2026. Stemningurin var góður, og áhugin var stórur. Fleiri av gestunum kendu longu til ráðstevnuna, summi høvdu verið við áður, og onnur vístu greiðan áhuga at koma til Føroyar og luttaka á ráðstevnuni komandi ár.

Vaksandi áhugi millum føroyskar fyritøkur

At luttaka á altjóða tøkniráðstevnum gerst alsamt meira týdningarmikið fyri føroyskar fyritøkur. Í ár vóru m.a. Klintra, Virka, Intra, Pets and Paws, Wazoku, Rák Ocean, Flowcore, Centrego Atlantic, Wired Relations, Swaply, Faroe Finest, Føroya Banki og Sendistova Føroya í Keypmannahavn við á TechBBQ.

Hetta vísir, at áhugin fyri at marknaðarføra seg á heimsmarknaðinum og knýta nýggj sambond uttanlands ongantíð hevur verið størri.

TONIK – meira enn ein ráðstevna

Føroyska luttøkan varð fyriskipað av Hugskotinum, Vinnuframa og Framtak, og tað eru somu stovnarnir sum – saman við Íverksetarahúsinum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum – hava ment og standa aftanfyri TONIK ráðstevnuna í Føroyum.

TONIK er longu væl kend fyri sítt sermerki: at sameina vinnulív, tøkni, nýhugsan og skapandi vinnur á ein slóðbrótandi hátt. Ráðstevnan varð fyrr í ár vald til Ársins Átak av Visit Faroe Islands, og 8. mai 2026 verður aftur høvi at uppliva ein heilan dag við inspirerandi fyrilestrum, tónleiki, listarligum innsløgum – í Silo í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

So mikið er vist: áhugin er vaksandi, og Føroyar hava funnið sína egnu rødd í altjóða nýskapanarumhvørvinum.


Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

5 tímar síðan