Ongi úrslit

Føroyar eru svartari nú enn fyri einum ári síðani

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Hóast vit nú, í nógv ár, hava tosað um at leggja Føroyar um til grøna orku, vísa tey turru tølini, at tað gongur ikki fyri.

Tvørtur ímóti er vit nú uppaftur minni grøn enn vit vóru fyri einum ári síðani.

Ein uppgerð hjá Umhvørvisstovuni vísir, at í fjør brúktu vit í Føroyum  umleið 4.040 GWh, sum er á leið tað sama sum vit brúktu í 2024.

Men tølini vísa eisini, at Føroyska samfelagið er framvegis í stóran mun tengt at olju. Veruleikin er av 88,2% av allari orkunýtsluni hjá okkum, stavar frá olju.

Skipaferðslan stendur fyri størsta partinum av orkunýtsluni, ella 43,8%Ferðslan á landi brúkar framvegis mest olju, men talið á elbilum er nú farið upp um 3.000, sigur Umhvørvisstovan.

Hesi seinastu 15-20 árini er oljunýtslan til upphiting, minkað úr umleið 50.000 tonsum niður í 33.000 tons, og tað er ein minking upp á 34%. Og tað er hent hóast hóast fólkatalið er vaksið 20% hetta sama tíðarskeið.

Elframleiðslan var 506 GWh í 2025. Hóast framleiðslan veksur, er grøni parturin minkaður úr 53% niður í 51%, og ein orøk til tað, er, at ongar nýggjar vindmyllur eru settar upp, sigur Umhvørvisstovan.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34