Ongi úrslit

Føroyingarnir eru bæði fegnir og vónbrotnir

Teir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn, tá ið leiðslan var seks mál, og teir fegnast um, at tað eydnaðist at javna, tá ið tað sá heilt svart út

Jonhard Hammer
19 tímar síðan

Tað endaði 28-28 í fyrstu royndini í EM endaspælinum hjá monnum í Oslo. Í hálvleikinum vóru Føroyar frammanfyri 15-13, og tað eydnaðist at økja um leiðsluna til 19-13, áðrenn Sveis fótaði sær og svaraði aftur.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var verjan sum bergið, og í málinum eydnaðist tað Paula Jacobsen at bjarga tríggjar tær fyrstu sveisisku royndirnar.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið skaddur í fleiri vikur, men í kvøld var hann toppskjútti við níggju málum, og Óli Mittún skoraði sjey mál.

Í verjuni var Vilhelm Poulsen øgiligur skansi, og tað var hann, sum breyt ígjøgnum á høgra bakki, tá ið trý sekund vóru eftir og javnaði til 28-28.

-Síðsti minutturin var øgiligur, tí tað var møguleiki fyri, at teir kundu økja um leiðsluna til tvey, áðrenn eg fekk høvi at javna. Tað var ein fantastisk kensla, og tá ið vit taka samanum, so kennist hetta sum eitt vunnið stig, sigur Vilhelm Poulsen.

Fyri dystirnar sunnudagin ímóti Montenegro og týskvøldið ímóti Slovenia kann tað fara at vísa seg at vera sera týdningarmikið, at venjarin skifti út, og at Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Tróndur Mikkelsen avloystu soleiðis, at lyklaspælararnir fingu høvi at hvíla.

Á áskoðaraplássunum var eingin ivi, hvør var omaná. Tað vóruu fleiri enn seks túsund føroyskir áskoðarar, og tá ið tjóðsangirnir vórðu, var tað um reppið, at takið fór av, tá ið Tú alfagra land mítt ljómaði. Tað man vera sjáldan, um tað yvirhøvur er komið fyri, at undirtøkan fyri tjóðsangi hevur verið so stór í hondbóltslandsdysti.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er fegin um, at hann nú er komin so mikið fyri seg, at hann er førur fyri at spæla.

-Vit kunnu iðra okkum um, at vit í seinna hálvleiki fleiri ferðir misnýttu, tá ið vit vóru í góðum støðum. Men vit eiga ikki at gloyma, at sveisiski málverjin er ein av heimsins bestu, og at tað eydnaðist okkum at skora 28 mál ímóti honum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Undan dystinum segði venjarin Peter Bredstorff Larsen, at tað var neyðugt, at fleiri enn teir fyrstu sjey avrikaðu á EM stigi, um tað skuldi eydnast at vinna stig.

-Og tað gjørdu teir. Sveis eigur gott landslið, men áskoðararnir stuðlaðu okkum væl, og enn einaferð vístu spælararnir, at teir eru kaldir, tá ið tað stendur mest á. Nú flyta vit fokus til dystin ímóti Montenegro, og enn er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna okkum í miðumfarið, sigur landsliðsvenjarin.

Rói Ellefsen á Skipagøtu er ein at tveimum, sum í kvøld fekk møguleikan, og hann skoraði eitt mál:

-Eg var fult fokuseraður um uppgávuna, og vit hava greiðar avtalur um, hvat og hvussu. Eg nýti hvønn minutt á vøllinum, og málið er at vinna fleiri minuttir í næstu dystunum, sigur Rói Ellefsen á Skipagøtu.

Tróndur Mikkelsen er ein annar av teimum, sum í kvøld fekk møguleikan:

-Hetta kendist sum eitt vunnið stig, tá ið havt verður í huga, at vit vóru aftanfyri við einum, og at teir høvdu møguleika at økja um leiðsluna, áðrenn vit javnaðu, sigur Tróndur Mikkelsen.

Óli Mittún sigur, at skaðin í hælsinuni ikki darvaði í kvøld:

-Í løtuni kennist tað væl. So fáa vit at síggja, hvussu tað verður í morgin, men eg rokni avgjørt vi' at vera á vøllinum aftur sunnudagin.

Og hvussu var uppleggið til síðsta málið?

-Tað var heppið, at Vilhelm skoraði. Vit vóru sjey ímóti fimm verjuspælarum, men tað sást ikki aftur í uppspælinum, tí hetta mundi vera vánaligasti møguleikin hjá Vilhelmi í kvøld, sigur Óli Mittún.

Føroyar – Sveis 28-28 (15-13)

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Vilhelm Poulsen 4, Leivur Mortensen 2, Pauli Mittún 2, Hákun West av Teigum 1, Ísak Vedelsbøl 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1, Teis Horn Rasmussen 1, Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen

Málverjar: Pauli Jacobsen 8/32 25% og Tórður Skorheim Guttesen 0/2

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50