Ongi úrslit

Føroyingar kunnu fáa altjóða limaskap - uttan at bróta lógina

Aksel V. Johannesen, og Mette Frederiksen, skriva undir avtaluna um at seta nevndina
Áki Bertholdsen
10. sepember kl. 13:10

Nevndin, sum landsstýrið og danska stjórnin gjørdu av seta at kanna, um Føroyar kunnu verða sjálvstøðugur limur í altjóða handilsfelagsskapinum, WTO, uttan at gera seg inn á grundlógina, er nú komin til eina niðurstøðu.

Og niðurstøðan er, at tað er einki í vegin fyri tí.

Annars hevur danska stjórnin avgjørd víst aftur, at tað ber til, tí tað er at gera seg inn á grundlógina. Sostatt er tað bara Danmark, sum kann verða limur.

Men nú sigur nevndin, at tað er fult út í samsvari við grundlógina, at vit fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Løgmaður sigur í eini fráboðan, at hann vónar, at hetta mál fer at føra til ávíst afturhaldni frá danskari síðu at gera avgjørdar einsíðugar niðurstøður um, hvat stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir ella ikki loyvir. 

Í nevndini sótu trý umboð fyri landsstýrið, trý umboð fyri donsku stjórnina og tríggir hægstarættardómarar.

Kunu føroysku og donsku umboðini ikki semjast, vóru tað teir tríggir dómararnir, sum átti avgerðina - og hon var endalig.

Og tað varð greitt, at umboðini fyri donsku stjórnina halda framvegis, at vit kunnu ikki fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Men niðurstøðan hjá hægstarættardómarunum er, at limaskapur Føroya í egnum navni í WTO, er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

Hetta er eitt mál, føroyskir myndugleikar hava lagt alstóran dent á, tí verða vit limir í WTO, fáa vit fríhandilssáttmála við næstan øll heimsins lond.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

15 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

20 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03