Ongi úrslit

Føroyingar hava í kvøld stuðlað við stívliga 5,5 mió

Saman um krabbamein savnaði 5.535.884 krónur, sum óskerdar fara til gransking í stríðnum ímóti krabbameini

Jonhard Hammer
26. oktober kl. 22:27

Frá klokkan 19 og fram til nú klokkan gott 22 hevur verið beinleiðis sending í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Saman um krabbamein eitur landsinnsavningin, sum hevur verið á skrá seinastu dagarnar, og tá ið tað nú klokkan gott 22 varð talt upp, vísti tað seg, at føroyingar hava latið 5.535.884 krónur til endamálið.

Tað snýr seg eitt nú um einstaklingar, vinnulív, kommunur og ikki minst skúlar og skúlanæmingar kring alt landið.

Tað var fagnaður og takksemi, sum lýsti av teimum mongu, ið sóust á skíggjanum, tá ið tað varð gjørt upp. Maria Ziskason og Kári Sólstein vóru vertir, og millum tey mongu, sum vóru at síggja á skíggjanum var Durita Tausen, sum er forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

Í kvøld varð kagað í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; og tað varð borðreitt við tónleiki og undirhaldi, umframt at innlit varð varpað á arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.

Eitt av punktunum á skránni í kvøld var, at formenninir í teimum seks politisku flokkunum róði á maskinum í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Vinnan hevði bundið seg at stuðla við ávísum krónutali fyri metrarnar, sum forfólkini róðu. Tey seks á maskinunum vóru Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen, Aksel V. Johannesen, Sirið Stenberg, Karlot Hergeirsson og Steffan Klein Poulsen.

Upplýst varð fram ímóti endanum á sendingini, at tað fremvegis ber til at stuðla. Møguleiki er at gera tað umvegis heimasíðuna hjá Krabbameinsfelagnum. Tey, sum stuðlað fyri klokkan 12 í morgin, vera við í lutakasti, sum verður klokkan 15 í morgin. Tá verður lutakast um tríggjar ferðir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

19 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í gjár kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38