Ongi úrslit

Føroyingar fáa høllina at kóka

Áskoðararnir tykjast hava lagt miðvísa ætlan um, hvussu teir støðugt skulu halda føroyska liðnum uppi

Jonhard Hammer
18. januar kl. 16:55

Nú verður av álvara talt niður her í Unity Arena í Fornebu. Portugisisku dómararnir Daniel Accoto Martins og Roberto Accoto Martins fara at bríksla fyrstu ferð klokkan 17.

Føroysku spælararnir, sum í kvøld eru millum áskoðararnar, eru aftur hesa ferð Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen.

Áskoðararnir hava hitað upp síðani í morgun, og nú sita og standa teir spentir krong vøllin – fleiri enn seks túsund.

Áskoðararnir hava avrátt, hvussu tað skal farast fram, so teir alla tíðina hoyrast og síggjast.

Nú tá ið spælararnir renna inn á vøllin, og ljósini eru dempað, hava teir ljósini í fartelefonunum tendrað.

Teir fyrstu sjey vera teir somu, sum teir vóru ímóti Sveis. Undantakið er, at Pætur Mikkjalsson er í miðverjuni heldur enn Teis Horn Rasmussen.

 

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

19 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24