Ongi úrslit

Føroyingar brúka 30 prosent av pengunum uttanlands

Áki Bertholdsen
10. sepember kl. 08:49

Í fjør var kortnýtslan hjá føroyingum eitt sindur hægdi enn hon var í 2023.

Tað sigur Búskaparráðið.

Nýtslan hjá húsarhaldunum er ein stórur partur av øllum eftirspurninginum í føroyska búskapinum.

Uppgerðin av privatunýtsluni er tó ikki so neyv. Men eitt sum tað ber til at fylgja við í, er, hvussu nógv føroyingar rinda við gjaldskortum.

 Og tann uppgerðin vísir, at kortnýtslan hjá føroysku húsarhaldunum var eitt vet hægri í fjør enn í 2023.

Mánað fyri mánað líktist gongdin í fjør, gongdini frammanundan - uttan í juni mánað, har kortnýtslan var sera lág, tí tá var verkfall og tað var stórt vørutrot í handlunum.

Men Búskaparráðið sigur eisini, at ein alsamt størri partur av kortnýtsluni hjá føroyingum er uttanlands.

Í 2019 vórðu góð 20 prosent av kortnýtsluni uttanlands - keyp av ymsum slagi. í 2020 fall hetta vegna korona, men síðani er kortnýtslan uttanlands vaksin á hvørjum ári. Og í fjør vóru 30 prosent av av øllum tí, føroyingar rindaðu við gjaldskorti, brúkt uttanlands.

 Búskaparráðið sigur, at í hesum sambandið skal havast í huga, at kortnýtslan uttanlands fevnir ikki bara um nýtslu í sambandi við ferðing uttanlands. Tað fevnir nevniliga eisini um hald til stroymingtænastur, spøl á netinum og vørukeyp á útlendskum heimasíðum - men pengarnir enda so á útlendskum hondum.


Talvan oman fyri vísir kortnýtsluna hjá føroyingum í milliónum, mánað fyri mánað hesi seinastu trý árini.

Talan er um kortnýtsluna hjá kundum hjá Betri Banka og Føroya Banka, tað vil siga hjá umleið 86 prosent av øllum føroyingum.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

20 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20