Føroyingar á veg til HM kapping í pílaspæli

Kappingin byrjar í morgin og endar leygardagin.

Áki Bertholdsen
25. september 2023 kl. 13:54

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Esbjerg, har HM í pílaspæli, ella dart, verður hildið hesa vikuna. HM fyri lið er á skránni annaðhvørt ár. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska landsliðið er við í eini HM-kappingin. 

Kappingin byrjar í morgin, týsdagin og hon endar leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har 4 leikarar eru á hvørjum liði. Í ferðalagnum eru manslið, kvinnulið umframt venjarar og ferðaleiðarar, sigur Dartsamband Føroya.

Tá ið vikuskiftið er farið afturum, eru heimsmeistarar kosnir bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein vinnari fyri alla kappingina.

Tey siga, at tað er ringt at meta um møguleikarnar hjá føroysku leikarunum, tí higartil hava føroyingar bara roynt seg móti øðrum londum í Evropa - og í HM kappingina seinast, endaðu flestu heiðursmerkini uttanfyri Evropa. 

Men føroysku leikararnir hava seinastu tvey árini roynt seg í nógvum altjóða kappingum, bæði sum einstaklingar og sum lið, og tí eiga føroysku leikararnir at vera klárir til uppgávuna - og vónir eru eisini um, at okkurt gott úrslit kemur burturúr.