Ongi úrslit

Føroyar vinna hvørja ferð ímóti San Marino

Í dag vunnu Føroyar fyri triðju ferð landsdyst í fótbólti ímóti San Marino

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Fyri 31 árum síðani – í 1995 – spældu Føroyar og San Marino tveir EM undankappingardystir. Føroyar vunnu 3-0 á heimavølli og 3-1 á útivølli. Í dag hittust Føroyar og San Marino fyri triðju ferð í fótbóltslandsdysti, og aftur í dag vunnu Føroyar.

Tað var í vinadysti í San Marino, at Føroyar vunnu 2-1. Hálvleiksstøðan í dag var 1-1.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði heimaliðið seg á odda. Eftir gjøgnumbrot í vinstru og flatt innlegg var tað Nicolas Giacopetti, sum setti bóltin í netið.

At San Marino legði seg á odda var ikki eftir spælbýtinum, tí føroyingarnir vóru meiri á bóltinum og vunnu seg til fleiri góðar støður, hóast fótbóltsspælið ikki var so gott og flótandi, sum tað onkra ferðina hevur verið seinasta stóra árið.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, javnaðu Føroyar. Málskjútti var KÍ miðvalarin Jákup B. Andreasen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru. Petur Kndsen, sum var einsamallur í fremstu røð, átti innleggið.

Sigursmálið skoraði Árni Frederiksberg í 64. minutti. Uppspælið var í vinstru, og Árni var merkiliga leysur uttarlaga í brotsteiginum eitt sindur til høgru, tá ið Hanus Sørensen legði bóltin fyri føturnar á honum, og Árni smekkaði bóltin í málið.

Síðsta hálva tíman skiftu Føroyar sjey spælarar. F’royar vóru væl meiri á bóltinum, men tað vóru ikki skorað fleiri mál.

Næstu landsdystirnir vera í juni, tá ið Føroyar fara at luttaka í Baltic Cup. Dysturin í dag og teir báðir í juni vera fyrireikingardystir til Nations League kappingina, sum verður í september, oktober og november.

 

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

Í gjár kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

Í gjár kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01