Ongi úrslit

Føroyar við fyri fyrstu ferð til EM U23 í vektlyfting

Føroya Styrkisamband
26. oktober kl. 08:44

Føroyar við fyri fyrstuferð til EM U23 í vektlyfting

Føroyar við fyri fyrstuferð til EM U23 í vektlyfting

by Niels Áki Mørk25 October, 2025

Fyri fyrstuferð verða Føroyar umboðaðar til EM í Olympiskari vektlyfting. Hetta er ein søguligur varði fyri føroyska ítróttin.

Kappingin verður hildin í Tirana í Albania frá 27. oktober til 4. november, og føroyski lyftararin Niels Áki Mørk skal kappast mikudagin 29. oktober kl. 19 lokala tíð í -65 kg flokkinum.

Niels Áki er 23 ára gamal og venur við AK Viking í Keypmannahavn. Hann hevur vant vektlyfting síðani 2020 og umframt AK Viking, hevur hann umboðað Styrkifelagið Stoyt og danska felagið AK Atlas. Úrslitini hava verið góð.

Málið við luttøkuni er at lyfta bæði persónligt og føroyskt met. Luttøkan til EM U23 er eitt týdningarmikið stig fyri føroyska vektlyfting, og vísir eisini, at greinin er í ferð við at vinna altjóða fótafesti.

Vit ynskja Niels Áka bestu eydnu!

Leinkja til stroyming kemur seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39