Føroyar-Ísrael: Áskoðararnir kunnu gera munin

EM undankapping í flogbólti er í løtuni. Sunnudagin kl. 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti ímóti Ísrael. -Tá uppgávan er so stór, sum hon er beint nú, so krevur tað meira enn venjararnar, sigur Kristian Mikkelsen ið er hjálparvenjari

Tíðindaskriv
3. september 2022 kl. 17:23

Sunnudagin kl. 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti EM-undankappingardyst ímóti Ísrael í høllini á Hálsi. Somu lið møttust eisini fyri viku síðani í Ísrael, har heimaliðið vann 3-0 (25-12, 25-15, 25-16). Samanlagt vóru tey 43 stigini hjá Føroyum tað mesta, liðið hevur fingið í teimum trimum fyrstu dystunum.

-Men næsta dyst vilja vit hava uppaftur fleiri stig, sigur hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen.

Ferðatroyttar
Hóast stigamet í dystinum ímóti Ísrael, og framgongd var at hóma, so var hjálparvenjarin ikki heilt nøgdur við avrikið kortini.

- 11 serviess ímóti okkum og 13 servifeilir frá okkum – tá hava vit longu givið teimum 24 stig nærum uttan at spæla. Ja, eitt heilt sett. Tað hava vit ikki gjørt í hinum dystunum, har mótstøðan var uppaftur harðari, sigur Kristian Mikkelsen.

Men Kristian Mikkelsen heldur tó, at tað hevði sína natúrligu frágreiðing.

- Eg eri rímiliga vísur í, at orsøkin til hesa gongdina var harða vikan við allari ferðingini og skeivu svøvnrytmuni. 

Ferðast hevur nevniliga verið bæði langt og leingi í bert eina viku; fyrst til Kroatia, síðani aftur til Føroya at spæla ímóti Rumenia, og so næstan beint avstað aftur til Ísraels, og í fýra av døgunum ferðaðist liðið í 16 tímar um samdøgrið.

- So eg haldi, at tað hevur verið hart hjá leikarunum bæði fysiskt og psykist ikki at hava eina natúrliga samdøgursrytmu til hesar dystirnar, sigur hjálparvenjarin.

 

Brølandi heimaáskoðarar gera allan munin
Men nú hevur liðið verið heima í eina viku, og rætta lagið skuldi verið komið á svøvnin aftur, og leikararnir úthvíldir, og tí er Kristian Mikkelsen rættiliga spentur til dystin í morgin.

- Tí skal sensatiónin henda, so skal tað helst vera nú, sigur hann. 

Men tað krevur munadygga hjálp frá áskoðarunum, og Kristian Mikkelsen heitir inniliga á alla flogbóltsfamiljuna um at koma til dystin, sum verður í høllini á Hálsi sunnudagin kl. 17.  

- Flogbóltur er ítróttur, har sjálvsálit hevur ómetaliga stóran týdning. Og tí gera vit venjarar alt fyri, at leikarar føla seg væl, og vit royna at byggja sjálvsálitið upp hjá øllum leikarum, sigur Kristian Mikkelsen.

Hann leggur síðani avtrat.

- Men tá uppgávan er so stór, sum hon er beint nú, so krevur tað meira enn venjararnar. Vit hava brúk fyri tykkum øllum at brøla takið av høllini hvørja ferð okkara leikarar gera okkurt gott, sigur hjálparvenjarin.  

Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á atgongumerki.fo ella við dyrnar. 16 ára gomul og yngri sleppa ókeypis. 

Dysturin verður eisini vístur beinleiðis í Televarpinum.