Fyrr í kvøld var tað stór sensatión, tá ið Føroyar vunnu stórsigur ímóti Montenegro. Tá varð tað undirstrikað, at tað ikki verður fyrrenn týskvøldið ímóti Slovenia, at tað verður avgørt, um Føroyar fara at halda fram í miðumfarinum, sum verður í Malmø.
Nú er tað mest sum greitt, at Føroyar fara at halda fram í kappingini uttan mun til, hvat úrslitið verður ímóti Slovenia týskvøldið.
Í kvøld spældu Sveis og Slovenia. Tá ið seinni hálvleikur var tveir minuttir gamal, var Sveis frammanfyri við níggju málum, og harvið sá tað ikki út til, at tað fór at ganga, sum føroyingar vónaðu, at tað fór at gera. Fyri Føroyar hevði tað verið betri, um Slovenia vann.
Og tað endaði við, at Slovenia vann. Síðstu stóru 20 minuttirnar vandist alt á høvdið. Slovenia var sum hamskift, og sveisararnir fingu gummiarmar. Tað endaði við, at Slovenia vann 38-35. Slovenski sigurin ber við sær, at tað mest sum er greitt, at Føroyar fara at halda fram í miðumfarinum. Spurningurin er, hvussu nógv stig Føroyar fara at hava við sær til Malmø.
Nú øll liðini hava spælt tveir dystir, hevur Slovenia 4 stig, Føroyar hava 3 stig, Sveis hevur 1 stig, og Montenegro hevur 0 stig.
Málmunurin hjá Slovenia er +4, hjá Føroyum er hann +13, hjá Sveis er hann -3, og hjá Montenegro er hann -14.
Týskvøldið hittast Føroyar og Slovenia, sum fara at spæla um fremsta plássið í bólkinum. Sveis og Montenegro hittast, og møguleikin hjá Sveis at taka plássið í miðumfarinum frá Føroyum er mest sum burtur. Um tað skal eydnast, so skal Sveis vinna ímóti Montenegro, meðan Føroyar tapa ímóti Slovenia, og so skal málmunurin hjá Sveis týskvøldið betrast við 17 málum sammett við føroyska málmunin.