Ongi úrslit

Føroyar fóru í svart og vunnu

Við málum frá Jákupi Biskopstø Andreasen og Árna Frederiksberg eydnaðist tað Føroyum at vinna venjingardystin ímóti San Marino. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar

Tíðindaskriv
7 tímar síðan

Føroyska A-landsliðið við monnum, sum fyri fyrstu ferð spældi í svørtum búna, livdi upp til favorittrolluna, og vann leygardagin ein tepran 2-1 sigur á San Marino.

Men fyrstu løtuna var spælið eitt sindur knortlut, og tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin legði Nicolas Giacopetti heimaliðið á odda.

Føroyska liðið sat annars á meginpartin av spælinum, og kom eisini til onkrar vandastøður. Yvirvágin gav úrslit beint fyri steðgin, tá Jákup Biskopstø Andreasen javnaði til 1-1.

Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, og tá ein stórur tími var spældur legði Árni Frederiksberg Føroyar á odda 2-1. Eftir hetta hendi ikki tað heilt stóra, og sigurin var sum heild ongantíð í vanda.

Næsta uppgáva hjá manslandsliðnum eru tveir venjingardystir í juni mánað, tá Baltic Cup er á skránni. Leygardagin 6. juni spæla Føroyar og Estland, og tann 9. juni verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava.

Søgan um svørtu troyggjurnar er annars hon, at tá lond boða frá luttøku til UEFA kappingar, skal liturin á búnanum viðmerkjast. Fyri Føroyar er hvítt fyrsta val, blátt annað val, meðan svart er triðja val, og tað bleiv so fyri fyrstu ferð roynt hesaferð.

Aftaná dystin fekk FSF varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein. Samrøðan sæst H E R

Sí myndir niðanfyri:

https://www.fsf.fo/foroyar-foru-i-svart-og-vunnu/

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

Í gjár kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

9 tímar síðan

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59