Ein meiriluti av flokkunum í Fólkatinginum hava gjørt eina nýggja fleirársavtalu um fíggingina av politinum og Ákæruvaldinum. Føroyar og Grønland verða raðfest høgt í avtaluni, og Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur strongt á at fáa fleiri av viðurskiftunum við í avtaluna.
“Eg nøgd við við avtaluna, sum greitt vísir, at danska stjórnin hesaferð hevur raðfest Føroya Politi hægri enn onkuntíð áður. Politiið er eitt felags málsøkið, og tí er tað umráðandi, at Føroya Politi er á sama stigi, sum aðrastaðni í ríkinum,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Avtalan ber millum annað við sær, at Føroya Politi fær fýra nýggj ársverk, og tveir ákærar afturat verða settir í starv. Átøk verða gjørd fyri hjálpa teimum, sum hava verið fyri brotsverkum, og fyribyrgjandi arbeiðið skal styrkjast.
KT-økið hjá Føroya Politi verður styrkt, og politiið fær eisini nýggja útgerð, ið millum annað styrkir um maritima kapasitetin.
Tað hevur ligið Sambandsflokkinum nær, at tað skal vera møguligt at taka eina SSP-útbúgving í Føroyum. Hetta er eisini fingið við í avtaluna.
Eisini er avtalað, at farið verður undir at gera felags reglur fyri alt ríkið, so at politistøðirnar í Føroyum og í Grønlandi kunnu flagga við ávíkavist føroyska og grønlendska flagginum saman við tí danska.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur í fleiri ár arbeitt fyri, og strongt á donsku stjórnina, at batar skulu gerast innan rættarøkið.
Stutt fyri summarfrítíðina gav Sambandsflokkurin á Fólkatingi út eitt politiskt útspæl, sum tók útgangsstøðið í viðurskiftunum hjá Føroya Politi og Ákæruvaldinum.
Politska útspælið varpaði ljós á tær avbjóðingar, rættarøkið í Føroyum hevur, og tað hevur verið brúkt sum grundarstøðið undir samráðingunum.
“Rættarøkið hevur verið afturúrsiglt í ov langa tíð. Vit settu nógv krøv hesaferð, og gamaní fingu vit ikki alt tað, sum vit kravdu, men vit hava tikið eitt stórt fet á rættari kós. Vónandi fer úrslitið at koma vanliga føroyinginum til góðar,” sigur Anna Falkenberg.