- Søgan sigur, at tað er sera tungt at fáa eitt føroyskt grótvirki at mala runt í Føroyum, sigur stjórin, Høgni Tausen.
Hann vísir á, at tað krevst dýr útgerð at skera, slípa og polera basalt, og marknaðurin í Føroyum er ikki nóg stórur til at fíggja nýggjastu og mest framkomnu maskinurnar.
Hóast hetta, hevur virkið megnað at framleitt fleiri stór og sjónlig verk, so sum trappuna í Vágsbotni, Havnará og trappuna inn í býráðshúsini í Havn.
Føroya Grótvirki hevur eisini í samstarvi við listamannin, Hans Paula Olsen, staðið fyri framleiðslu og uppseting av verkum sum, Seyðamannin í Sandavági, Grímur Kamban í Funningi og Ólavi á Heygum í Vestmanna.
Virkið hevur eisini verið partur av fleiri verkætlanum við minnisvarðum kring landið.
Í dag er framleiðsla av gravsteinum høvuðsvirksemið hjá Føroya Grótvirki.
- Vit eru einasta virki, sum framleiðir gravsteinar í Føroyum. Vit leiga eitt grótbrot í Høvdarhaga í Skopun, og tað eru jarðfrøðingar, sum hava víst á tað sum besta grótið til okkara endamál, sigur Høgni Tausen.
Hóast gravsteinar fylla mest, hevur virkið eisini framleitt flísar, minnisvarðar, borðplátur, borð, benkur og ymiskar gávulutir, so sum klokkur, heiðursmerkir og húsaskeltir.
Framleiðslan á virkinum deilir seg umleið soleiðis: 50 prosent er gravsteinar, 20 prosent flísar, 10 prosent skreytlutir, 10 prosent minnisvarðar og 10 prosent, sum er ymiskt annað, eitt nú borð og benkur.
Virkið hevur javnt arbeiði alt árið, tó er meiri ferð á, tá fyrstu góðu várdagarnir koma.
Endamálið er at selja meira av føroyskum gravsteinum. Leiðslan heldur tað ikki vera rætt, at føroyingar skulu keypa útlendskar steinar, serliga tá hesir ofta eru framleiddir í londum sum Kina og India við bíligari arbeiðsmegi.
Tær størstu avbjóðingarnar eru, at virkið má framleiða nógv ymiskt fyri at fáa virksemið at bera seg, tí marknaðurin í Føroyum er ov lítil til massaframleiðslu. Alt verður tí gjørt uppá bílegging.
Virkið arbeiðir so gott sum einans við føroyskum tilfari. Bara smávegis av bronsju verður innflutt og brúkt til gravsteinar. Eisini verður arbeitt við útlendskum steinum, tá tað snýr seg um at grava navn á ein stein, sum longu stendur í kirkjugarði.