- Hendan avtalan skal ikki í nakra skuffu, men fremjast í verki.
Gitte Adler Reimer, rektari á universitetinum í Grønlandi, smíltist, meðan hon segði nakað soleiðis, tá hon og setursrektarin fyrr í dag skrivaðu undir nýggja samstarvsavtalu millum universitetini bæði.
Avtalan, sum í fyrsta umfari gongur yvir fimm ár, skal styrkja um bondini millum Føroyar og Grønland við tí fyri eyga at menna vitan og útbúgving í Útnorðri.
Ein hornasteinur í avtaluni er flytføri hjá akademiskum starvsfólki millum setrini bæði fyri at menna vitanarumhvørvið tvørfakliga. Talan kann vera um undirvísing hvør hjá øðrum í styttri tíðarskeið, gestafyrilestrar ella størri granskingarsamstørv. Universitetini ætla eisini at samstarva á fyrisitingarliga og tekniska økinum og læra hvør av øðrum m.a. um at menna útbúgvingar av felags áhuga, at styrkja um lestrarfyrisitingarnar, tryggja góðskuna í útbúgvingunum og samstarva um ph.d.-skúla.
Í november í fjør vóru starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya á vitjan á universitetinum í Grønlandi. Tað var í sambandi við, at Setrið hevði fingið fígging frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til eina verkætlan um "fyrisitingarnetverk millum smá universitet í Arktis".
Á arbeiðsskránni vóru verkstovur, fundir og kunning, sum høvdu til endamáls at eyðmerkja viðurskifti, sum áttu at verið fevnd av komandi samstarvi. Síðani ferðina hava partarnir samskift um innihaldið í samstarvsavtaluni, sum eisini skal styrkja báðar partar til at kunna søkja um fígging til gransking í Arktis, har áhugamálini eru felags.
Gitte Adler Reimer kom ikki við tómum hondum til Føroya. Hon hevði ein grønlendskan "ulu" við sær, sum rektarin á Fróðskaparsetrinum tók ímóti. Í gomlum døgum brúktu kvinnurnar í Grønlandi hendan knívin til at flæsa kóp og onnur djór. Hann er handgjørdur, skaftið er úr furu, og figurarnir skornir úr reindýrahorni