Tað er ein sannroynd, at tað eru nøkur foreldur, sum ikki liva saman. Og nú jólini nærkast, heldur Familjufyrisitingin, at stundin er komin longu nú at gera greitt, hvar børnini skulu halda jól og nýggjár, og hvørjar dagar tey skulu vera hjá hvørjum av foreldrunum.
Familjyfyrisitingin staðfestir, at tað eru nøkur foreldur, sum avtala hetta sínamillum. Sostatt avtala tey sjálvi, hvussu samveran ímillum børn og foreldur skal vera um jólini og á nýggjárinum - uttan at blanda Familjufyristingina upp í.
Men onnur fáa hjálp frá Familjufyrisitingini til at gera avtalu um hesi viðurskifti. Men í øðrum førum tekur Familjufyrisitingin avgerð um, hvar børnini skulu vera.
– Er avtala gjørd ígjøgnum Familjufyrisitingina, ella hevur Familjufyrisitingin tikið avgerð um samveruna um høgtíðina, fellur vanlig samvera burtur hesa tíðina, sigur Familjufyrisitingin.
Vanlig samvera fellur eisini burtur, um foreldur til dømis hava eina serliga avtalu um, at barnið er skiftivís hjá øðrum og hinum foreldrinum.
Eru foreldur ikki samd, kunnu tey antin biðja Familjufyrisitingini um ráðgeving ella mekling, ella tey kunnu biðja Familjufyrisitingina taka støðu til, hvussu samveran skal vera ímillum børn og foreldur.
Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn um at áseta samveru, verður altíð roynt at hjálpa foreldrunum at semjast. Eydnast tað ikki, kann Familjufyrisitingin taka avgerð.
Vil eitt foreldur søkja Familjufyrisitingina um at áseta, hvar børnini skulu vera um høgtíðina, hevur tað stóran týdning, at umsóknin verður send í góðari tíð. Familjufyrisitingin skal altíð taka avgerð út frá eini ítøkiligari meting um, hvat er best fyri barnið í hesum føri.
Tí skal Familjufyrisitingin hava tíð til at viðgera málið, kanna og savna inn upplýsingar, soleiðis at ein avgerð kann takast út frá, hvat verður mett at vera best fyri einstaka barnið.