Foreldur í Vági sleppa undan at rinda ansingargjald nú í desember – bæði í ár og næsta ár.
– Hetta er aftur í ár jólagávan frá býráðnum til barnafamiljurnar í Vági, sigur Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini og varaborgarstjóri hjá Vágs kommunu.
Hann sigur, at árið hevur gingið sera væl, og at tað eisini kemur barnafamiljunum í Vági til góðar.
– Tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarði ella vøggustovu hjá kommununi, fáa eina óvæntaða jólagávu aftur í ár. Jólagávan er, at tey sleppa undan at rinda ansingargjald í desember, sigur Levi.
Uppskotið hjá barna- og ungdómsnevndini varð samtykt á fundi í kvøld, og tí verður einki ansingargjald kravt í jólamánaðinum. Samstundis verður avgjørt, at juli og desember verða lagdir inn sum fastir mánaðir uttan gjald frá og við 2026.
Umframt hetta hevur Vágs kommuna frammanundan fría matarskipan.
Kommunan hevur fingið væl meira inn í skatti í ár, eins og fleiri ár frammanundan, og tí verður einki ansingargjald kravt fyri desember. Skattainntøkurnar hava verið framúr góðar, og kommunan fer at hava nakrar milliónir krónur meira eftir, enn roknað varð við.
– Vit skulu jú gera okkara fyri at lætta um hjá foreldrunum, og hetta gevur teimum ein lítlan bata til jóla – eins og í 2023. Samstundis verður hetta eisini lagt inn sum ein fastur partur av fíggjarætlanini fyri 2026 og fram.
Vit vita jú, at nógv er at rinda í desember, og tí hevur býráðið avgjørt, at einki ansingargjald verður fyri desember frá 2025 og fram, sigur Levi Mørk.