Ongi úrslit

Fær bót fyri at tendra komfýrin av óvart

Tað kundi komið eldur í, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
30. november 2023 kl. 08:50

Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at tað var nógvur roykur í einum sethúsum í Havn. Sløkkiliðið varð boðsend, men tað vísti seg, at talan var bara um royk, men ikki um eld.

Tað var ein unglingi, sum ringdi til løgregluni. Hann segði, at roykurin kom frá einum breyðristara, sum stóð á einum komfýri. Men so var onkur komin til at tendra plátuna, so breyðristarin fór upp í royk - og talan var um rættiliga nógvan royk. Unglingurin hevði fingið blaka breyðristaran út í tún, men ringdi kortini til løgregluna.

Løgreglan sigur, at tann, sum hevur ábyrgdina av húsunum, verður skuldsettur fyri at hava brotið tilbúgvingarlógina.

Tað er hann fyri at hava verið so óansin at hava tendrað komfýrin við einum breyðrisara á so at vandi var fyri eldi. Bótin er 1000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14