Ongi úrslit

Fongslaður í tvær vikur fyri harðskap

Áki Bertholdsen
12. november kl. 08:00

Síðstu nátt varð ringt til løgregluna at melda harðskap. Talan var um tvey fólk, sum vóru komin til ilnar, og tað endar við at annað av teimum, ein maður, var so harðligur, at hitt fólkið mátti á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan sigur, at talan var um meiri enn bara eitt slag, sum tey orða seg.

Gerningsmaðurin varð tikin og settur í varðhaldið.  Men tá kom eisini undan kavi, at hann hann hevði verið í hóslag við løgregluna fyrr.

Og tá ið alt varð lagt saman, varð støða tikin til at føra mannin fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan.

Tað var rætturin samdur í og sostatt var maðurin varðhaldsfongslaður í tvær vikur. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýa málið til fulnar.

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann í sekstiárunum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14