Ongi úrslit

Fongslaður fyri at sparka løgreglumann í andlitið

Í gjár varð ein maður varðhaldsfongslaður fyri harðskap ímóti løgreglufólki

Áki Bertholdsen
8. sepember kl. 09:30

Hann varð handtikin fyrrapartin leygardagin eftir nøkur fólk vóru komin til ilnar á alfaravegi í Havn.

Men tá ið løgreglan skuldi leggja upp í at skilja sundur, varð ein løgreglumaður sparkaður í andlitið.

Hóttanir vórðu eisini settar fram ímóti løgreglufólkunum.

Gerningsmaðurin varð handtikin og skuldsettur. Men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar, vísti tað seg, at gerningsmaðurin hevur gjørt nøkunlunda sama brotsverk eina ferð fyrr í ár.

Tí varð hann settur í brummuna og førdur fyri rættin fyrrpartin í gjár við kravi um, at hann varð varðhaldsfongslaður.

Tað var dómarin samdur í og sostatt varð hann sendur í Mjørkadal at sita í eina tíð, til løgreglan fær lýst málið út í æsir, og so verður hann aftur førdur fyri rættin har hann fær tann endaliga dómin.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

10 tímar síðan