Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa - men tað veksur øgiliga spakuliga.
Hagstovan sigurm at 1. august búðu 55.146 fólk í Føroyum. Sostatt er fólkatalið vaksið 377 fólk, ella 0,7 prosent, síðani í august í fjør - og tað er eitt lítið vet meiri enn vøksturin var frá august í 2023 til í august í fjør.
Hagstovan leggur afturat, at tað eru fólk, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroyar, sum fáa fólkatalið at veksa. Tað vil, í roynd og veru siga, at tað eru útlendingar, sum flyta til Føroyar.
Fyri at hava bústaðartilknýti til Føroyar, skal mann hava búð helvtina av lívinum í Føroyum, ella mann skal hava búð í minst sjey, av tíggju samanhangandi árum í Føroyum.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 158 fólk og einari nettoflyting á 219 fólk.
Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd.
Nettoflytingin var meir enn tvífalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu til Føroya, men serliga, tí færri fluttu úr Føroyum.
Tá ið føroyingar, sum hava fingið børn uttanlands, flyta aftur til Føroya, hava børnini ikki verið tald upp í tey, sum hava bústaðartilknýti.
Børnini hava nevniliga ikki búð helvtina av lívinum, ella 7 av 10 samanhangandi árum, í Føroyum.
Men nú verða børn roknað at hava bústaðartilknýti til Føroya um minst annað av foreldrunum hevur bústaðartilknýti.
Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í seks teimum seinastu 12 mánaða skeiðunum.
Meðan nettoflytingin millum tey við bústaðartilknýtið hevur verið negativ millum 100 og 200 seinastu fýra tíðarskeiðini hevur nettoflytingin hjá teimum uttan bústaðartilknýti verið ímillum sløk 300 fólk og gott 500 fólk.
Sostatt er ískoytið frá nettoflytingini til fólkavøksturin komið frá teimum uttan bústaðartilknýti fýra tey seinastu 12 mánaða skeiðini.
Sí meira í talvuni.