Sunnudagin 4. august var fólkafundurin á Skarðinum á skránni, har listakvinnan Guðrið Poulsen, sum hevur tilevnað Karyatiduna - minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong - skuldi halda røðuna.
Tíverri komu brádliga grov æl inn á Fuglafjørð, hóast veðrið á morgni sá rímuligt út, so avgjørt varð at halda fólkafundin niðri í býnum heldur. Frammanundan var longu avgjørt at byrja klokkan 14 við minnismerkið í Miðstaðarlundini. Her segði Guðrið frá um sínar tankar við Karyatiduni, og síðani var farið yvir í Ribarhús, har fólkafundarrøðan varð hildin.
Seinastu árini hevur Guðrið Poulsen gingið nógv, bæði saman við øðrum og einsamøll. Hon hevur eisini verið virkin á øðrum økjum, t.d. á ólavsøkuframsýningini á Listasavninum, eins og hon hevur skrivað, yrkt og tikið myndir. Úr hesum er komin út lítil bóklingur, ‘Ein bein linja ein bogin’, við yrkingum og foto-myndum frá gongutúrum hennara.
Her er røðan hjá Guðrið:
Gakk! eitur ein bók í mína bókahyll.
Tað finnast mangir tekstir um at ganga.
Heimaspekingar skriva um at ganga.
Nietzsche er ein. Kierkegaard er ein annar.
Søren Kierkegaard gekk í Keypmannahavn, hann sigur:
»Miss fyri alt í verðini ikki hugin at ganga: eg gangi hvønn dag mær sjálvum vælveru til. Og gangi frá einhvørji sjúku. Eg havi gingið meg til mínar bestu tankar. Tað er eingin tanki so tungur, at tú ikki ganga teg frá honum. Tá ið man soleiðis blívur við at ganga, so gongur tað nokk.«
Rithøvundurin Thoreau var ein annar eldhugaður gongumaður. Hann vendi borgarliga lívinum bakið og fór út í skógina at fjakka í einingi. Summi fólk hildu, at hann gekk seg burtur á villinistígum, men fyri Thoreau var henda lívsleiðin júst hin rætta- hann orðar tað soleiðis: »eg strembi eftir tyngdarpunktið av tí, sum sterkast og mest lógfest dregur meg…. At ganga tað einastu gøtu eg kann, og ta leið har eingin megi kann steðga mær.«
At ganga er ein mekanisk gerð. Tú flytur tín kropp fót fyri fót. Lítla barnið sum fer frá at grulva til at ganga, brúkar í fyrstani alla sína megi uppá gerðina, at ganga. Við royndum, og mistøkum kemur so við og við eitt gongulag, ein rútma, og tað er ikki longur neyðugt at hugsa um, at ganga. Tú gongur.
Gongulag, rútma og málslig menning ganga hond í hond. Orð koma bóltandi, eitt fyri og annað eftir, men við gongulagnum, afturvendandi endurtøkuni, skipast orðini í kroppinum til okkurt sum hevur eitt skap, ein struktur, orðini leggja seg hvílandi eitt aftan á annað.
»Tað er frælsið hjá gongufólki til ikki at vera nakar, tí kroppurin sum gongur hevur onga søgu, hann er bara ein streymur av ellugomlum lívi«, sigur rithøvundurin Frederic Gros í bókini Gakk!
Sum eitt djór.
Eg havi ein hund sum er næstan 15 ár. Hundurin skal út - so spurningurin er ongantíð, um eg havi hug at ganga. Hann skal út - so tað blívur ein vani.
Á okkara gonguferðum - onkur pástendur, at tú skalt ganga í meira enn trý korter, áðrenn kroppslig og sinnislig floyma uppstendur - er tað sum um heilin tváar seg sjálvan. Tað sum kendist sum ørkymlandi tankameldur, lætnar- kroppurin hitnar, verður glaðari. Kann henda, at tú í tínum tonkunum hómar vavið av onkrum. Okkurt at elta.
Kendi týski listarmaðurin Anselm Kiefer sigur einastaðni: »Over our cityies gras will grow«. Siðmenningin er ein broytilig eind. Kanska hyljast vit og okkara býir undir grastorvu sum frálíður.
Mítt heimabeiti er økið kring Havnina. Eg gangi í útjaðaranum av býnum, har sum býurin missur takið og náttúran ikki ordiliga hevur ræðið - enn. Hetta økið ella fyribrigdi hevur eitt franskt heiti: Terrain Vague. Tað kann merkja okkurt sum veikt ella ikki greitt definerað lendi. Ein kann eisini rópa tað fyri eitt »ikki- stað«. Fyri mær umboðar tað óskipaða staðið, tað ikki liðugt defineraða, eitt møguleikans rúm - her kann eg leggja mítt afturat tí enn ósagda. Tyrvingarplássið í Húsahaga er eitt tílíkt «ikki - stað.«
Burtur úr míni gonguferð er komin ein bók við teksti og fotomyndum. Forlagið Eksil gav út.
Eg lesi eitt brot úr bókini
- - -
gangi
í marknalandi
kenni
smágrýti undir iljunum
vektina
rytmuna
luftina í lungunum
máti fjarstøðuna við kroppinum
ferðist spakuliga
kanni topografiina
á eggini
har strukturar detta sundur
í mjørkatámi
dagar
umhvarvið av einum ónavngivnum landslagi
undan
pulsurin dukar
vindurin skrykkir í jakkanum
runan kleprar á fótunum
søkki niður í móru
regnæl
sopi av vatni
kropsligar vætur
vatn
sum leitar móti sjónum
regnvatn savnað í byrgdum vøtnum
kelda nr 1, maður, Tórshavn, f. 1938:
áðrenn vatnbyrgingin kom í 1966
tá ið vit ikki enn høvdu reint drekkivatn í Havn
kom onkuntíð runuvatn úr krananum
einaferð tók eg ein vatnprøva og sendi til kanningar
vatnprøvin var fullur av livandi larvum
vit vóru sanniliga immun fyri bakterium tá ið tíðini
tann beina linjan í landslagnum
fær meg at hugsa um spegilsmyndir
faldað pappír við blekki
rekandi skýggj speglast á yvirflatuni á vatninum
eitt lunga
andandi gøgn
kelda nr 2, kvinna, Tórshavn, f. 1961:
eitt summarið
vit vóru og ferðaðust í Havn
tað má hava verið í 1967
fekk pápi mín
sum var útbúgvin verkfrøðingur
fatur á einum bili og so vit fóru við ommu og abba út til nýggju vatnbyrgingina
eg minnist
at vit stóðu við tann langa betongveggin og eg undraðist á spenningin
í rødd hansara og hansara eldhuga
- - -
Sum eg gangi, koma nýggir spurdómar. Tankar sum, hvør navngav fjøllini? Vøtnini? Ella hví hava summi vøtn einki navn? Nær hevur okkurt týðning, og verður eyðmerkt við navni. Er tað ein spurningur um tygn, status? Kann eg loyva mær at navngeva eina tjørn, sum mær dámar so væl at vitja? Eina sum einki navn hevur á Kortal.fo. Ella hvat um eg loysi fjallið frá málsligu ognartøkuni?
Mær dámar serliga væl at ganga gomlu bygdargøturnar.
Gøturnar liggja altíð logiskt og náttúrliga í lendinum. Tær siga frá, um livað lív. Tú kanst ikki lata vera við at hugsa um tey og tær sum ferðaðust til gongu í øllum veðri. Bæði tá ið okkurt hugaligt var, so sum veitsla, men eisini tá ið sorgarboð skuldu berast.
Mínar formøður. Gingu hesar leiðir.
Og so kemur spurdómurin:
Mundu tær ikki ganga berføttar fyri tað mesta?. Eg meini, tað er logiskt. Munnu tær ikki hava spart uppá rotuskógvarnir, tað var hóast alt eitt strev at tilvirka rotuskógvar.
So mín óroynda tesa er hendan: Okkara formøður og forfedrar gingu berføtt millum bygda, lótu seg í rotuskógvar og tufflir, tá ið tey komu til hagaportrið.
Eg havi ikki kannað henda pástand- eg lofti hann við tykkum. Havi hann við mær, okkurt at lata tankarnar reika við.
Tí.
Um tað er so, hvat merkir tað so fyri okkum – hava vit arvað eitt serligt tilknýti til landslagið gjøgnum okkara føtur?
Mjúkt, vátt gras, hella, grýtut lendi, smágrýti, lyngur, stríggjut illgresi undir fótunum. Øld eftir øld. Ættarlið eftir ættarlið.
Vit hava jú egentliga gingið óalmindiliga stutta tíð í skóm ella sum nú í gongustúlvum.
Kann tað hugsast, at tað hevur sermerkt ótilvitað árin á okkum? Givið okkum eina felags arvafrøðiliga vitsku. Møguliga onkur zoneterapeutisk roynd í ílegunum hjá tí berføtta. Og er okkara málsliga feingi og framburður tengdur av hesum? Grønt. Hvast. Grýtut. Mjúkt.
Við hesum tonkunum legst eitt nýtt lag afturat og gonguferðin víðkast.
Hvønn týdning hevur sambandið við lendið fyri tína verðan í verðini?
Mær dámar í veruleikanum sera væl hesar ósvaraðu spurningar.
Við tílíkum opnum spurningum gangi eg gøtunar aftur, við nýggjum eygleiðingum.
Tað er ein dygd í óloystu gátum.
Takk fyri at tit lurtaðu!