Í gjár var 14. september, og tjóðveldisfólk gjørdu aftur nakað burturúr, at føroyingar tá
valdu loysing. Men tann 10. september 1946 (fýra dagar áðrenn fólkaatkvøðuna) skrivaði Dagblaðið (í
eini roynd at fáa veljararnar at skriva “nei” á atkvøðuseðilin), at fólkaatkvøðan var bara
vegleiðandi, og at “nei-atkvøðurnar” fóru ikki at vera roknaðar sum ógildigar. Tær vóru eitt
“nei til stjórnaruppskotið”, men ikki eitt “ja til loysing”.
“Vit síggja soleiðis, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er einans vegleiðandi,” skrivar blaðið,
og heldur tí ikki, at spurningurin um gildigar og ógildigar atkvøður hevur so stóran týdning.
Blaðið vísir á, at løgtingsval fór at verða stutt eftir atkvøðugreiðsluna, og um fólkaatkvøðan
vísti meiriluta fyri loysing, so skuldi løgtingið leggja til rættis, hvussu hetta skuldi gerast.
“Verða stemmurnar nakað javnar, so má samráðast um, hvat so skal gerast,” skrivar
Dagblaðið.
Greinin endar við orðunum: “So sjálvt um tú ikki vilt loysing, far so álíkavæl á val og legg
seðil í kassan við “Nei”.”
Og tað var júst tað sum hendi: Úrslitið bleiv rættiliga javnt, og á nógvum atkvøðuseðlum
stóð ikki ein krossur, men eitt “nei”. Løgtingsval bleiv útskrivað, har flokkarnir sum vóru
ímóti loysing vunnu. Síðani vóru samráðingar sum endaðu við, at vit fingu
heimastýrislógina.