Vit vita, at fólkaræðið er á tremur við skeivleikum. Fólkaræðið er flutt vald - frá fjøldini til fólkavald umboð. Samsvarið millum fólksins ynski og roynveruliga úrslitið tykist ofta sum dagur og nátt.
Fólkaræðið er eingin fullkomin stýrisskipan; men tann frægasta, íð higartil er upphugsað, sæð og roynd.
Tíðum síggja vit, hvussu etisk mál køva logan í politiskum flokkum og samgongum - sum ein marmennil, íð spillir fiskieydnuna. Etisk mál í politisku skipanini er sum Risin og Kellingin í sólskini - alt stirðnar og rennur í stein. Politiska savningarmegin fánar burtur í trætu og tvídrátti, lóggevandi valdið gerst óarbeiðsført og almenna kjakrúmið dálkast so ramt.
Loysnin, vit higartil hava troytt, er, at hvør tinglimur hevur sjálvsavgerðarrætt í etiskum málum. Eingin flokkur tryggjar veljarinum etiska kós fyri stavn uttan Miðflokkurin, sum hinvegin skorðar tinglimirnar fastar í etiskum høpi.
Hvussu raðfesta vit fólksins rødd og tryggja arbeiðsførið í løgtinginum/landsstýrinum?
Etisk mál, sum ikki teingja seg ov dygt at fíggjarstýring landsins, skal fólkið fáa til atkvøðu. Sum upphugsað dømi kann nevnast hesar fyritreytir, skulu etisk mál til fólkaatkvøðu:
at málið verður lýst sum etiskt mál og kann fremjast uttan nevnisverdar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur,
málið verður nágreinað, endamálsorðing og framløga løgd til rættis,
málið verður alment lýst (gjøllig fólkaupplýsing),
tvey ár eru umliðin, áðrenn sama mál - ella mál, íð metist líkt málinum í uppskoti - hevur verið til fólkaatkvøðu,
og at í minsta lagi 10 tingfólk mæla til - ella í minsta lagi 5.000 føroyingar við valrætti í Føroyum skrivað undir - uppskot til fólkaatkvøðu.
Hvørjir snávingarsteinar forða fyri at knæseta fólkaatkvøðu um etisk mál? Er mannagongdin í samband við fólkaatkvøðu ov drúgv? Bera fólkavald ótta fyri politiskum arbeiðsloysi, ella at fjøldin misrøkir minnilutarnar?
Vit mugu hava álit á, at fjøldin á upplýstum grundarlagi ikki misrøkir sínar minnilutar. Fólkavald skulu raðfesta politiska friðin, arbeiðsføri samgongunnar og fólkaræðið.
Eingin fólkavaldur kann umboða 1.666 fólk í miðal og nøkta allar sínar veljarar í øllum málum. Fólkaræðið er ikki stovnað til frama fyri fólkaræðið sjálvt - fólkaræðið er fólksins tænari, og vit skulu tillagað fólkaræðið og stytta fjarstøðuna millum fólkið og valdið, tá hetta ber til (stýrisskipanin í Sveis ber boð um, at hetta er gjørligt).
Vinarliga
Snæbjørn Bærendsen