Ongi úrslit

Óverulig kensla

Tað er sera rørandi, sigur Pál

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 22:30

– Tað følist virkuliga óveruligt. Tað hendi á degnum, tá ið Pálshøll fylti 10 ár. Sjálvt um eg veit, at tað "bara" er heldigt, so er tað enn ringt at finna eina forkláring uppá, at tað vóru just okur, sum vunnu.

– Eg vil øgiliga gjarna brúka høvið til at takka øllum sum hava sent okum heilsur. Tað er sera rørandi, sigur Pál Joensen, svimjarin, sum allir føroyingar kenna.

Hann vann heilar 2,2 milliónir í Gekkinum fríggjadagin.

Um nakar veit, hvussu tað kennist at vinna, so er tað Pál. Rættiliga nógvir sigrar eru komnir í hús í hansara svimjikarrieru.

Hart arbeiði lønar seg altíð, so ella so. Kanska var tað tí, at tað var júst Pál, sum fór við skattafría vinninginum hesa ferð. Kanska var tað ikki bara eydnan.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

14 tímar síðan

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

23 tímar síðan