Tað hevur verið nógv frágongd frá Víkingi, men í dag er søgan, at felagið í Sarpugerði hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan framrættaðan spælara.
Talan er um 26 ára gamla Mikkel Hyllegaard, sum síðsta kappingarár spældi við 07 Vestur.
Víkingur skrivar soleiðis í dag:
Mikkel, sum er 26 ára gamal, kemur úr 07 Vestur, har hann farna kappingarár hevði 11 upplegg og fimm mál
Um skifti sigur Mikkel soleiðis: “Jeg har valgt at skifte til Víkingur, fordi det virker til at være en spændende klub med gode værdier og et professionelt miljø. En klub der ofte spiller med om de sjove pladser, og en klub der skal ud og spille Europa, hvilket tiltaler mig enormt. Jeg glæder mig til at møde menneskerne i og omkring holdet, og ser frem til et par gode år i klubben.”