Ongi úrslit

Flutningsfeløg kunnu nú tollavgreiða

Borgarin fær pakkan skjótari heim, sigur Ruth Vang.

Jóhanna Højgaard
20. mai kl. 18:30

Kunngerðin er lýst og skipanin er í gildi frá í dag 20. mai 2025.

TAKS boðar frá, at nú verða tað ikki bara TAKS sjálvi, sum kunnu tollavgreiða pakkar til borgararnar. Nù sleppa eisini flutningsfeløg at átaka sær tollavgreiðslu, um tey altso eru góðkend sum speditørar.

Ein nýggj kunngerð er løgd framm a taks.fo "Kunngerð um loyvi til flutningsfeløg og speditørar” kallast hon og eru tað TAKS og Fíggjarmálaráðið, sum saman hava tikið stig til hesa skipanina.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang, sær hettar sum eitt framstig fyri øll

-Við kunngerðini fáa flutningsfeløgini nýggjar møguleikar, TAKS fær betri tíð til eftirlitsarbeiðið, og borgarin fær pakkan skjótari heim, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14