Ongi úrslit

Flogmýs á Strondum

Jóhanna Højgaard
22. oktober kl. 20:00

Halbjørg Mørch Christiansen av Strondum hevur lagt videobrot út á ein bólk á Facebook, har hon filmaði flogmýs í túninum hjá sær.

Hettar er ikki nakað vit síggja í tí dagliga í Føroyum, og hóast tær kunnu flúgva lang strekkir í einum, er hettar er ikki nakað vit síggja í tí dagliga.

Halbjørg greiður frá:

Flogmúsin var í túninum hjá okkum í eini 4 dagar men vit hava ikki sæð hana teir síðstu dagarnar.

Vit hava tó heldur ikki verið heima, so kanska hon er her enn.

Tær eldru genturnar vóru sera spentar í henni og kallaðu hana Bruce.

Tær halda at hon er sera áhugaverd og spennandi tí hettar er ikki ein so vanlig sjón.

Flogmýs eru einasta súgdjór, sum kunnu flúgva. Tær hanga í hvíld á loddrættum yvirflatum ella frá greinum við høvdinum niðureftir, við at brúka klógvarnar á fótunum.

Sum heild eru tey náttardýr, sum orientera seg antin við sjónini, tað er mest tær størru flogmýsnar, ella við hoyrnini og brúka ekkolokatión. Næstan allar tær smærru flogmýsnar brúka tað.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24