Ongi úrslit

Fleyr smurdi KÍF av eftir tap í fyrsta setti

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur): Fleyr – KÍF 3-1 (24-26, 25-6, 25-11, 25-14)

Flogbóltssamband Føroya
3. oktober 2024 kl. 20:05

KÍF tók tey flestu á bóli við at vinna fyrsta sett, men tá samanum kom, vann Fleyr lættliga dystin.

So líðandi legði KÍF seg á odda við tveimum og trimum stigum í fyrsta setti, og við fýra stigum á rað fór KÍF frá 20-18 til 24-18, og mest sum tryggjaði sær settið, mundu tey flestu halda, men hetta skuldi tó vísa seg at gerast drúgt stríð, tí Fleyr yvirlivdi teir seks settbóltarnar og javnaði til 24-24, har serliga Anja Danielsen gjørdi stóran mun við tveimum smassjum og tveimum blokkum. Men KÍF fekk nýggjan settbólt, tá miðblokkurin hjá Fleyr ikki fekk samband við hevingina, áðrenn Elsa Samuelsen vann KÍF settið við smassji í blokkin og út.

Væntaði onkur nú ein spennandi dyst , gjørdist viðkomandi vónbrotin, tí munurin á fyrsta setti og restini av dystinum var sum dagur og nátt. Fleyr legði seg á odda 7-0 og 16-2 í øðrum setti, sum varð vunnið 25-6, og KÍF kom ongantíð fyri seg aftur – hvørki í hesum ella hinum báðum settunum, sum Fleyr vann 25-11 og 25-14.

Sunnudagin 6. oktober kl. 16 spæla SÍ og Mjølnir í Sørvági. Bæði vunnu sínar fyrstu dystir í kappingini; SÍ við 3-0 á Drátti og Mjølnir við 3-0 á KÍF.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

Fleyr

2

5

6

1

3

3

Mjølnir

0

3

3

TB

2

0

3

KÍF

1

-5

0

Dráttur

2

-6

0



Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26