Ongi úrslit

Fleiri sjúklingar skulu flytast við tyrluni ístaðin fyri við Galaxy

Tað krevur fimm mans at fáa ein sjúkling í koyristólu umborð á Galaxy- og í land aftur
Áki Bertholdsen
5. sepember kl. 19:18

Tað er eingin loyna, at Galaxy, sum røkir siglingina ímillum Suðuroynna og Havnina, er ikki serliga væl hóskandi til sjúkraflutning - serliga ikki til sjúklingar, sum eru seingjarliggjandi ella, sum sita í koyristóli.

Tí sigur Súsanna Bertholdsen, at sjúkrahúsverkið gjørt avtalu við Atlantsflog um at viðka avtaluna um tyrluflúgving við sjúklingum ímillum Suðuroynna og Havnina.

Landsstýriskvinnan sigur, at tað ber í sær, at sjúkrahúsverkið kann bíleggja tyrluna tá ið talan er um sjúklingar, sum ikki kunnu flytast við Galaxy.

Tað er eitt sindur ógreitt, akkurát hvørjar sjúklingar talan er um, tí tað hava vit ikki fingið nakran, hvørki landsstýriskvinnu, ella sjúkrahúsverkið, at útgreina.

Men trupulleikin - hann er við sjúklingum, sum sita í koyristóli, ella sum eru seingjarliggjandi, tí tað klára lyfturnar á Galaxy ikki, uttan stórar trupulleikar...

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

18 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00