Ongi úrslit

Fleiri orsøkir til at heilivágur ikki skal fáast til keyps í handlum

Politikarar, og onnur, halda, at tað er sjálvsagt, at vanligur heilivágur verður at fáa í handlunum. Men tað er ikki sjálvsagt, sigur landsstýriskvinnan

Áki Bertholdsen
12. februar kl. 12:45

Tað er ikki ráðiligt, at vanligir handlar sleppa at selja vanligan heilivág, sum er at fáa í hondkeypi. Tað heldur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá henni um at gera tað lættari at verða koppsett. Í tí sambandi reisti politikarar spurningin um tað ikki hevði verið rætt og rímiligt, at vanligir handlar sleppa at selja hondkeyps-heilivág.

Eisini Kappingareftirlitið heldur, at vanligur hondkeyps-heilivágur eigur at vera fáa allastaðni, tí tey halda, at tað hevði bøtt um vælferðina hjá fólki, tí tað hevði gjørt tað lættari at fingið fatur á heilivági.

Sum skipanin er nú sleppa ávísir handlar, har einki apotek er, at selja vanligan hondkeyps-heilivág. Og tað verða ongar broytingar á hesum øki.

Landsstýriskvinnan sigur, at tað fer at føra nógva umsiting við sær at lata allar handlar selja vanligan heilivág ímóti høvuðpínu, og annan hondkeypsheilivág.

Eitt er, at neyvari eftirlit skal havast við innflutningi av heilivági, umframt at eftirlit skal havast við um heilivágur er útgingin. Samstundis skal tryggjast, at krøvini til, hvussu heilivágur verður goymdur, verða hildin.

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at starvsfólk í vanligum handlum hava ikki kunnleika til heilivág, so tey eru ikki før fyri at geva teimum, sum keypa heilivág, nakra kunning, ella leiðbeining.

Og tað skilst eisini, at fólk kunnu gloyma alt um, at kapping fer at verða um at selja heilivág og at tað tí fer at verða bíligari.

Súsanna Bertholdsen sigur, at kanningar vísa, at síðani handlar í Danmark fóru at selja heilivág, er prísurin á heilivági í handlum, hækkaður 29 prosent sum heild - men á apotekunum er prísurin lækkaður 55 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

17 tímar síðan

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

Í gjár kl. 15:00

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04